SANGUR NR. 6
Himmalin kunnger dýrd Guds
-
1. Jehova dýrd á himlinum er kunngjørd,
tað, hond Guds hevur skapt,
er stórt og vekur ans.
Hvør dagur ber sínum skapara prís,
og náttarhválvið stjørnuklárt
ger vart við megi hans.
-
2. Jehova lóg er lýtaleys og lívgar,
og vísdóm fáa øll,
sum boð Guds hava lært.
Hann dømir rætt, talar sannleikans orð,
sum leska tann, ið tystur er,
og gera eygað bjart.
-
3. At óttast Gud er reint og gott um ævir,
og dýrari enn gull
í mongdum er Guds lóg.
Jehova leiðir sum hirðin sín hóp,
hann savnar okkum um sítt navn,
sum er ein verja góð.
(Les eisini Slm. 111:9; 145:5; Opinb. 4:11.)