Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 10

Prísið Jehova, Gudi okkara!

Prísið Jehova, Gudi okkara!

(Sálmur 145:12)

  1. 1. Syngið øll um Jehova Gud.

    Gerið kunnigt hansara navn.

    Rópið hart, dagur Guds er nær,

    nú er lív og bjarging fyri stavn.

    Hin frumborni Guds fær ríkið í arv,

    hann skal døma og ráða rætt.

    At vón er um frið skal kunngerast nú,

    inntil øll hava boðið frætt.

    (NIÐURLAG)

    Syngið øll um Jehova Gud!

    Hann er verdur heiður, prís og dýrd!

  2. 2. Syngið øll um Jehova Gud.

    Um hans dýra navn kvøðið glað.

    Og við tøkk, hjartans stóru tøkk,

    prísa vit Guds verkum dag um dag.

    Tí hann, sum í veldi bergtekur øll,

    gevur tó sínum smáu ans,

    og tolin hann hoyrir tænarans bøn,

    tann, ið biður um miskunn hans.

    (NIÐURLAG)

    Syngið øll um Jehova Gud!

    Hann er verdur heiður, prís og dýrd!