Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 12

Stóri Gud okkara, Jehova

Stóri Gud okkara, Jehova

(2. Mósebók 34:6, 7)

  1. 1. Stóri Jehova, ríkur í miskunn,

    øll tín gerð er røtt og vís,

    tú ert verdur allan prís.

    Kærleikans Gud og vísdómsins kelda,

    vegin fyri okkum lýs.

  2. 2. Gott er at kenna umsorgan tína,

    móti tær vit eru smá,

    dust, sum eyga títt tó sá.

    Tolin og blíður hoyrir tú bønir,

    veitir hjálp og hyggin ráð.

  3. 3. Skapningur tín skal takksamur syngja

    um tín góða frelsuveg

    og ta dýrd, ið lýsir teg.

    Stóri Jehova, hoyr okkum syngja,

    hjartans fegin prísa tær.