SANGUR NR. 19
Kvøldmáltíð Harrans
-
1. Jehova Gud, faðir í himli,
tað var hesa heilagu nátt,
tú fekst frelsu í lag fyri fólk títt, sum bað;
tú vísti tín kærleik og mátt.
Eitt lamb varð tá ofrað til frelsu,
og trælbundna fólkið varð loyst.
Eftir júst hesi mynd bøtti sonur tín synd;
hann læt blóð sítt, og vit fingu troyst.
-
2. Nú ímynda breyðið og vínið
tað gjaldið, tú gávmildur gav.
Sonur tín kom til verð, framdi kærleikans gerð,
hann aktaði teg uttan krav.
Við takksemi eru vit komin
at gleðast við minnið um hann,
sum á deyðanum vann, beindi burt syndabann
og nú øllum til lív vísa kann.
-
3. Tú bjóðaði okkum at møtast,
Jehova, vit komu av lyst,
og vit lovprísa tær, sum kom menniskjum nær;
tú sendi til jarðar tín son.
Vit hávirða kvøldmáltíð Harrans,
her styrkir tú hjørtu og sinn,
so vit dag eftir dag kunnu tæna tær glað
og í trúnni á teg standa stinn.
(Les eisini Luk. 22:14-20; 1. Kor. 11:23-26.)