Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 22

Guds ríki hevur vald!

Guds ríki hevur vald!

(Opinberingin 11:15; 12:10)

  1. 1. Jehova, tú ævinnar Gud,

    vit prísa tíni gerð.

    Í hásætið setti tú Krist

    at skipa rættin her.

    Títt ríki er í himli føtt,

    skjótt er á jørð øll illgerð bøtt.

    (NIÐURLAG)

    Títt ríki hevur vald,

    og frelsu tað menniskjum ber.

    Títt ríki hevur vald!

    Á Gud, komi ríki títt her!

  2. 2. Í himli er fagnaðarróp,

    har hoyrist einglakór.

    Nú Satan er kastaður út,

    er gleðin ovurstór.

    Títt ríki er í himli føtt,

    skjótt er á jørð øll illgerð bøtt.

    (NIÐURLAG)

    Títt ríki hevur vald,

    og frelsu tað menniskjum ber.

    Títt ríki hevur vald!

    Á Gud, komi ríki títt her!

  3. 3. Skjótt farin er Djevulsins tíð,

    og um vit líða neyð,

    so vita vit, frelsan er nær,

    alt verður, sum tú beyð.

    Títt ríki er í himli føtt,

    skjótt er á jørð øll illgerð bøtt.

    (NIÐURLAG)

    Títt ríki hevur vald,

    og frelsu tað menniskjum ber.

    Títt ríki hevur vald!

    Á Gud, komi ríki títt her!