Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 26

Tit gjørdu mær væl

Tit gjørdu mær væl

(Matteus 25:34-40)

  1. 1. Jesus frøist um seyð, sum nú støðugt legst til

    og við hansara brøðrum samstarva vil.

    At so seyðurin ger

    hesum salvaðu væl,

    sær Jesus sum góðgerð, hann samsýna skal.

    (NIÐURLAG)

    ’Tá tit uggaðu teir, tit uggaðu meg.

    Tað, sum tit gjørdu teimum, gjørdu tit mær.

    Ein stuðul til teirra var stuðul til mín.

    Tá tit hjálptu teimum, hjálptu tit mær.

    Tað, sum tit gjørdu teimum, gjørdu tit mær.’

  2. 2. ’Eg leið tosta og svongd, ja, mær vantaði alt,

    men tit komu og styrktu meg, tá tað galt.’

    Um tey ovfarin spyrja:

    ’Nær gjørdu vit tað?’

    skal kongurin svara, og røddin er glað:

    (NIÐURLAG)

    ’Tá tit uggaðu teir, tit uggaðu meg.

    Tað, sum tit gjørdu teimum, gjørdu tit mær.

    Ein stuðul til teirra var stuðul til mín.

    Tá tit hjálptu teimum, hjálptu tit mær.

    Tað, sum tit gjørdu teimum, gjørdu tit mær.’

  3. 3. ’Og tit vitnaðu djørv, framdu íðin mítt verk,

    mínum brøðrum tit hjálptu, trúføst og sterk.’

    Við sín seyð undir høgru lið

    sigur hann tá:

    ’Eitt paradís, lovi eg, tit skulu fá.’