Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 33

Kasta byrðu tína á Jehova!

Kasta byrðu tína á Jehova!

(Sálmur 55)

  1. 1. Góði Gud Jehova, lurta,

    góði, lat meg finna teg!

    Tú, sum kennir mína angist,

    leið meg inn á friðarveg.

    (NIÐURLAG)

    Kasta byrðuna á Harran,

    hann er troyst tín í neyð og stúran.

    Gud kann verja teg í ævir,

    um tú lítur fast á hann.

  2. 2. Hevði eg sum dúgvan veingir,

    fleyg eg burt og fann mær grið,

    lívd ímóti óndum monnum.

    Harri, ver við mína lið.

    (NIÐURLAG)

    Kasta byrðuna á Harran,

    hann er troyst tín í neyð og stúran.

    Gud kann verja teg í ævir,

    um tú lítur fast á hann.

  3. 3. Troystin frá Jehova fløvar,

    gevur troyttum sinni ró,

    tá er byrðan løtt at bera,

    vónin bjørt og leiðin góð.

    (NIÐURLAG)

    Kasta byrðuna á Harran,

    hann er troyst tín í neyð og stúran.

    Gud kann verja teg í ævir,

    um tú lítur fast á hann.

(Les eisini Slm. 22:6; 31:2-25.)