Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 34

Eg vil ganga røttu leið

Eg vil ganga røttu leið

(Sálmur 26)

  1. 1. Gud, kanna meg og royn mítt hjartalag,

    í tína tryggu hond eg leggi nú mín dag.

    Á góði Gud, ger reina mína sál,

    so tú kanst signa meg og hjálpa mær á mál.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

    at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

  2. 2. Har syndin býr, eg finni ongan frið,

    og tey, ið elska lygn, eg kennist ikki við.

    Lat ikki meg við óndum lata lív,

    Gud, tá tú revsar tey, eitt friðarskjól mær blív.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

    at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

  3. 3. Eg veit, hjá tær er allur sannleikin,

    eg elski bústað tín og fari fegin inn

    til altar títt at syngja tær til prís.

    Mín Gud, eg biði teg, á lívsins veg mær vís.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

    at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

(Les eisini Slm. 25:2.)