Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 43

Ein takkarbøn

Ein takkarbøn

(Sálmur 95:2)

  1. 1. Stóri Jehova, vit prísa tær takksom,

    orða til tín eina eyðmjúka bøn.

    Vit hava álit á tær, stóri faðir,

    vita, at tú gevur æviga løn.

    Dagliga angra vit okkara mistøk,

    fyrigev, Harri, at vit eru veik.

    Tú hevur loyst okkum, keypt okkum lívið,

    takk, at tú hjálpti, tá alt annað sveik.

  2. 2. Takk fyri kærleika, takk fyri miskunn.

    Takk, at tú dró okkum nærri at tær.

    Lær okkum um tínar vegir, tín vilja,

    faðir, vit biðja teg, gev okkum far.

    Takk, at tú sendi tín máttmikla anda,

    gav okkum dirvi at bera títt navn.

    Vit skulu tæna tær fús og við gleði,

    takk Gud, at tú tekur eyðmjúk í favn.