Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 44

Tann niðurboygdi biður

Tann niðurboygdi biður

(Sálmur 4:2)

  1. 1. Við tungum hjarta komi eg,

    Jehova, fyri teg.

    Í djúpum sárum pínir enn,

    og náttin ræðir meg.

    Mín vón er slóknað, mótið sveik,

    eg veit mær eingi ráð.

    Jehova, góði ugga meg

    og lat meg linna fá.

    (NIÐURLAG)

    Hjálp mær, mín Gud, at halda á.

    Fær ivin vald, so ver tú hjá;

    í størstu neyð eg biði teg,

    Jehova Gud, á, vís mær veg.

  2. 2. Í orði tínum er mín troyst,

    tað lýsir tína makt

    og teskar fyri meg tey orð,

    eg ikki fái sagt.

    Gud, gev mær trúgv, eg veit,

    tú einki gott mær hevur sýtt;

    tín alskur altíð størri var

    enn neyðars hjarta mítt.

    (NIÐURLAG)

    Hjálp mær, mín Gud, at halda á.

    Fær ivin vald, so ver tú hjá;

    í størstu neyð eg biði teg,

    Jehova Gud, á, vís mær veg.