Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 61

Framá, tit vitni!

Framá, tit vitni!

(Lukas 16:16)

  1. 1. Avgjørd í trúnni vit møta fíggindum,

    Guds fólk verjir sannleikan nú mót endanum.

    Um Djevulin ofta kann hótta,

    vinna vit við Guds hjálp á øllum ótta.

    (NIÐURLAG)

    Ja, framá, tit vitni Guds, boðið víða hvar,

    tí øll skulu frætta, at nú er tíðin nær,

    tá Gud ger av nýggjum eitt paradís á jørð,

    har ið alt verður fullkomin gleði.

  2. 2. Tænarar Guds geva ikki lætt uppat;

    vil heimurin leggja Guds vitni undir hat,

    so skulu vit árvakin minnast,

    bert við trúfesti hetta stríð kann vinnast.

    (NIÐURLAG)

    Ja, framá, tit vitni Guds, boðið víða hvar,

    tí øll skulu frætta, at nú er tíðin nær,

    tá Gud ger av nýggjum eitt paradís á jørð,

    har ið alt verður fullkomin gleði.

  3. 3. Ríkið er vanvirt í dag á mangan hátt.

    Guds heilaga navn verður hildið fyri spott,

    men vit skulu kortini vísa,

    tað skal dýrmett í heilagleika lýsa.

    (NIÐURLAG)

    Ja, framá, tit vitni Guds, boðið víða hvar,

    tí øll skulu frætta, at nú er tíðin nær,

    tá Gud ger av nýggjum eitt paradís á jørð,

    har ið alt verður fullkomin gleði.