SANGUR NR. 63
Vit vitna um Jehova
-
1. Fólk, sum evna gudar til,
myndir uttan lív og skil,
kenna ei tann Gud, ið
fremur alt, hann vil.
Dugdu aðrir gudar spá,
vistu teir at siga frá?
Ongan at vitna hava teir havt,
einki, ið prógvar gudakraft.
(NIÐURLAG)
Vitnið um Jehova øll,
farið fús um fjørð og fjøll!
Alt gongur út, sum Gud hevur sagt,
prógvar, at hann hevur makt.
-
2. Um Guds navn vit vitna glað,
læra fólk at virða tað.
Tíðindi um ríkið
bera vit hvønn dag.
Sannleikin kann gera frí
tey, sum hava tógvið stríð;
byrðurnar lætna, hjartað fær ró,
Gudi tey lova hjartans fró.
(NIÐURLAG)
Vitnið um Jehova øll,
farið fús um fjørð og fjøll!
Alt gongur út, sum Gud hevur sagt,
prógvar, at hann hevur makt.
-
3. Navn Guds verður hevjað hátt,
tá vit vitna um Guds mátt,
reinsa burtur ivan,
gudleys hava sátt.
Gud er góður, bjóðar grið,
elskar tann, ið vendir við.
Heilhugað vitni eiga Guds frið,
vón um eitt lív, ið varir við.
(NIÐURLAG)
Vitnið um Jehova øll,
farið fús um fjørð og fjøll!
Alt gongur út, sum Gud hevur sagt,
prógvar, at hann hevur makt.
(Les eisini Es. 37:19; 55:11; Ezek. 3:19.)