SANGUR NR. 66
Ber gleðiboðini
-
1. Eitt loyndarmál um ríki Guds lá leingi dult,
Gud vil, tað nú skal dragast fram og lýsast fult.
Hann elskar rætt og miskunn, og hann sá sum satt,
at menniskjað í syndini var illa statt.
Eitt ríki skuldi skipa stjórn í røttu tíð,
so jørðin undan stríð og órætti gjørdist frí.
Tí sendi hann sín son og valdi honum vív,
eitt lítið fylgi, klætt í dýrd til himmalskt lív.
-
2. Og nú á døgum ganga vitni út í verð
at kunna fólk um ætlan Guds, hans frelsugerð.
Guds einglalið úr høgum himli fylgir við
og hjálpir vitnum Guds at bera boð um frið.
Ta skyldu og ta æru hava vit í dag,
Guds navn at halga, sáa sannleikans góða fræ.
Tí ganga vit í navni Harrans hugagóð
og bera ævig gleðiboð so hjartans fró.
(Les eisini Mark. 4:11; Áps. 5:31; 1. Kor. 2:1, 7.)