Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 74

Kom og syng um ríkið!

Kom og syng um ríkið!

(Sálmur 98:1)

  1. 1. Vit syngja glað um fullveldi Jehova,

    um sigur Guds og jarðarinnar kong.

    Hvørt orð ber troyst og birtir góðar vónir.

    Tak undir, syng við okkum henda song:

    (NIÐURLAG)

    ’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

    syng um Guds son, sum eigur mátt!

    Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki.

    Tak undir, syng Jehova navni prís!’

  2. 2. Við nýggjum sangi boða vit um ríkið

    og um Guds son, sum hevur fingið makt.

    Ein tjóð er fødd at arva dýrd við honum,

    ta ætlan festi Gud í nýggja pakt.

    (NIÐURLAG)

    ’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

    syng um Guds son, sum eigur mátt!

    Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki.

    Tak undir, syng Jehova navni prís!’

  3. 3. Øll eyðmjúk fólk tann sangin kunnu læra,

    hann fellur væl og sigur vakurt frá.

    Av mongum vørrum borin út um heimin

    hann gevur øllum góð og hyggin ráð.

    (NIÐURLAG)

    ’Kom, tilbið Gud á himli hátt,

    syng um Guds son, sum eigur mátt!

    Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki.

    Tak undir, syng Jehova navni prís!’