Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 78

Lær tey Guds orð

Lær tey Guds orð

(Ápostlasøgan 18:11)

  1. 1. Ein lærari í orði Guds

    kann gleðast um sín lut;

    øll elska vit tær løturnar,

    vit læra fólk um Gud.

    At taka eftir Jesusi

    og leggja hjartað í

    kann draga eyðmjúk til Jehova,

    sum ger tey bundnu frí.

  2. 2. At liva rætt og elska Gud

    má vera fyritreyt,

    um tú vilt beina onnur inn

    á lívsins góðu breyt.

    Guds orð er sum eitt gripasavn,

    eitt nám, vit grava í,

    so tey, vit læra, fáa vísdóm

    og trúgv um somu tíð.

  3. 3. Jehova Gud er altíð við,

    hann gevur okkum skil;

    so víst hann hoyrir hjartans bøn

    og fegin hjálpa vil.

    Vit elska alt í orði Guds

    um rættan kristnan sið

    og gleðast øll, um tey, vit læra,

    skjótt læra onnur við.