Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 79

Lær tey at halda á

Lær tey at halda á

(Matteus 28:19, 20)

  1. 1. Hjartans glað vit læra Harrans seyð,

    síggja trúnna festa rót.

    Gud, sum góður vísti veg úr neyð,

    gav tí óttafulla mót.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, tú hoyrir bøn

    og goymir trúgvum ríka løn,

    í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,

    so tey í trúnni halda á.’

  2. 2. Støðugt bóðu vit Gud varða tey

    gjøgnum royndir dag um dag,

    lærdu tey um alt, sum Jesus beyð,

    sóu Gud vælsigna tað.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, tú hoyrir bøn

    og goymir trúgvum ríka løn,

    í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,

    so tey í trúnni halda á.’

  3. 3. Bara øll nú lýðin halda á,

    festa álit sítt á Gud.

    Sanna lívið skal, sum sagt er frá,

    gevast vinum Guds í lut.

    (NIÐURLAG)

    Jehova Gud, tú hoyrir bøn

    og goymir trúgvum ríka løn,

    í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,

    so tey í trúnni halda á.’