SANGUR NR. 84
Bjóðar tú tína hjálp?
-
1. Jehova veit, hvat kennist best,
hvat gleðir teg og gagnar mest.
Tí ríkar hann títt lív hvønn dag
við tænastu av ymsum slag.
(NIÐURLAG)
Bjóðar tú tína hjálp,
er tín Gud í nánd.
Har stórur tørvur er, fegin vit
rætta hjálparhond.
-
2. Um landið alt, at ytstu strond,
vit hjálpa til og knýta bond.
Vit geva fús og eru við,
í góðum lag og lagalig.
(NIÐURLAG)
Bjóðar tú tína hjálp,
er tín Gud í nánd.
Har stórur tørvur er, fegin vit
rætta hjálparhond.
-
3. Í víðu verð vit byggja nýtt
og væla um, tað fevnir vítt.
Vit læra mál og ferðast glað
við orði Guds til fremmant stað.
(NIÐURLAG)
Bjóðar tú tína hjálp,
er tín Gud í nánd.
Har stórur tørvur er, fegin vit
rætta hjálparhond.
(Les eisini Jóh. 4:35; Áps. 2:8; Róm. 10:14.)