Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 85

Vælkomin øll!

Vælkomin øll!

(Rómbrævið 15:7)

  1. 1. Vælkomin øll, sum savnast her í dag

    at hoyra orð Guds og virða tað.

    Øllum er bjóðað lívsins vatn at fá,

    og takksom eru vit, sum Gud kallaði á.

  2. 2. Takk fái Gud, ið vildi okkum væl,

    gav góðar brøður í hópatal.

    Ídnir teir fremja tað, sum gagnligt er,

    og øll, ið hava hug, eru vælkomin her.

  3. 3. Øll fólk á foldum eru boðin við

    at nema kunnskap og sannan frið.

    Gud dró við Kristi menniskju at sær,

    sig altíð honum takk fyri vinir, tú fær.