Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 87

Kom og verð styrktur!

Kom og verð styrktur!

(Hebrearabrævið 10:24, 25)

  1. 1. Í heiminum menniskju villast av leið,

    tey vraka Guds lívgandi ráð.

    Í egnari kraft kemur eingin á mál,

    Guds leiðbeining líta vit á.

    Á møtunum fáa vit styrki og vón,

    har menna vit trúnna á Gud.

    Vit eggjast til verka, so vit verða før

    at frøast um okkara lut.

    Guds vilji skal fremjast, og vit eru klár

    at fylgja hans boðum hvønn dag.

    Vit savnast at læra um alt, sum er rætt,

    og fáa tað fegin í lag.

  2. 2. Jehova er varur við okkara tørv,

    í gleði og sorg veit hann ráð.

    Tí keypa vit fegin ta neyðugu tíð

    til møti, sum hann vísir á.

    Við trúføstum hirðum Gud lærir sítt fólk,

    at trúgvin skal eggja til verk.

    Við vinum í trúnni so tætt undir lið

    er kenslan av einleika sterk.

    At gleðast um lyfti, sum nú ganga út,

    vit savnast á møtum í dag

    og styrkjast í trúnni á alt, sum er sagt

    um tað, sum Gud skjótt fær í lag.