SANGUR NR. 89
Hoyr, akta og fá signing
-
1. Sæst tað, at vit kenna Jesusar læru
og fylgja leiðini, hann vísti á?
Við lýdni eru vit Gudi til æru
og vita, hann gevur signingar tá.
(NIÐURLAG)
Hoyr nú Guds orð, og tú sært,
gleði og signing tú fært,
bara tú hoyrir og aktar tín Gud,
gert tað, sum tú hevur lært.
-
2. Tað lív, tú velur, kann líva og verja
so væl sum hús, ið á hellu er bygt.
Tú lýðir Jesus, tá stormarnir herja,
og veitst, at lív títt við honum er trygt.
(NIÐURLAG)
Hoyr nú Guds orð, og tú sært,
gleði og signing tú fært,
bara tú hoyrir og aktar tín Gud,
gert tað, sum tú hevur lært.
-
3. Ver sum eitt træ, ið er plantað við løkir
og ber sín ávøkst í rættari tíð.
Guds barn, sum hansara leiðbeining søkir,
í allar ævir fær løn fyri stríð.
(NIÐURLAG)
Hoyr nú Guds orð, og tú sært,
gleði og signing tú fært,
bara tú hoyrir og aktar tín Gud,
gert tað, sum tú hevur lært.
(Les eisini 5. Mós. 28:2; Slm. 1:3; Orðt. 10:22; Matt. 7:24-27; Luk. 6:47-49.)