Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 94

Gleði um Guds orð

Gleði um Guds orð

(Filippibrævið 2:16)

  1. 1. Jehova, vit hava tín kærleika merkt,

    vit fingu títt orð, meir enn gull er tað vert.

    Tín andi hevur innblást ta læru, sum er í,

    við sannleika, faðir, tú gert okkum frí.

  2. 2. Títt orð klývur anda og innastu sál,

    tað metir um ynski og andalig mál.

    Vit elska tínar lógir, tú dømir altíð satt,

    við leiðreglum beinir tú okkum á rætt.

  3. 3. Til hjørtuni talar títt heilaga orð,

    vit lesa um fólk og um gerandiskor.

    Hjálp okkum, góði faðir, at minnast tíni ráð

    og gleðast um alt, sum títt orð sigur frá.