Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 95

Ljósið skínur bjartari

Ljósið skínur bjartari

(Orðtøkini 4:18)

  1. 1. Í forðum profetarnir litu í kring,

    hvør menniskjans vón mundi vera.

    Guds orð hevði sagt um Messias, at hann

    í heim skuldi frelsuna bera.

    Nú vita vit, Kristus er kongur við tign,

    sum teknini boða hvønn dag.

    Sjálvt einglarnir ynsktu sær innlit í tað,

    sum Guds tænarar nú hava sæð.

    (NIÐURLAG)

    Vit ganga í bjartasta ljósi,

    og gøtuna síggja vit væl.

    Vit fegnast í ljósi Jehova

    og bera tað fegin á tal.

  2. 2. Ein trúfastan træl valdi Kristus sær út,

    sum rættstundis ber okkum føði.

    At sannleikans ljós skínur bjartari nú,

    fær hjørtu at leika í frøi.

    Guds ljós vísir leiðina, lýsir so bjart,

    tað veksur til alljósan dag.

    Vit takka hvønn dag fyri ljósið, hann gav,

    og vit ganga, har hann okkum bað.

    (NIÐURLAG)

    Vit ganga í bjartasta ljósi,

    og gøtuna síggja vit væl.

    Vit fegnast í ljósi Jehova

    og bera tað fegin á tal.