SANGUR NR. 96
Bók Guds – ein dýrgripur
-
1. Ein bók er til, so full av góðum orðum,
ið geva stóran frið og birta vón.
Hon vekur undran, hevur í sær megi,
kann geva ’deyðum’ lív og ’blindum’ sjón.
Tað er Guds orð, sum trúgvir menn í forðum
við halgum anda hava fest á blað,
teir fingu boð og sjónir frá Jehova
og lótu okkum tað, teir høvdu sæð.
-
2. Um heimin sigur Bíblian, sum satt er,
av fyrstum skapti Gud í veldi alt.
Hann gjørdi jørð og himmal, birti lívið,
gav menniskjunum boð – um lív tað galt.
Tá reisti óndur eingil seg við svikum,
beyð Gudi av og lokkaði í synd.
Hann leiddi menniskju í sváran trældóm,
tó lovar Gud at broyta hesa mynd.
-
3. Vit gleðast nú um kongin, sum Jehova
í himli hevur sett at skipa stjórn,
og bera fegin tíðindi um ríkið
og vón um frelsu fyri mannabørn.
Í hesi gomlu bók er mergjað føði,
eitt andligt borð er búgvið okkum til;
hon bjóðar frið, ið ber av øllum viti.
Guds egna bók kann geva okkum skil.
(Les eisini 2. Tim. 3:16; 2. Pæt. 1:21.)