SANGUR NR. 97
Okkum tørvar Guds orð
-
1. Okkum tørvar Jehova orð,
tað er í okkum lagt.
Neyðugt er, umframt dagligt breyð,
alt, sum hann hevur sagt.
Gleði lovar hann longu nú,
frálík framtíðarkor.
(NIÐURLAG)
Hvørjum orði av munni Guds
livir menniskjað av.
Breyð er einsamalt ikki nokk,
okkum tørvar Guds orð.
-
2. Í Guds orði vit lesa um
fólk úr farnari tíð,
menn og kvinnur, sum altíð trúgv
livdu vónini í.
Styrkt av orðinum stíga vit
somu trúføstu spor.
(NIÐURLAG)
Hvørjum orði av munni Guds
livir menniskjað av.
Breyð er einsamalt ikki nokk,
okkum tørvar Guds orð.
-
3. Gud við orðinum dag um dag
gevur styrki og troyst.
Við Guds vísdómi fáa vit
lívsins tvørleikar loyst.
Latið okkum tí gleðast um
alt, sum Gud ber á borð.
(NIÐURLAG)
Hvørjum orði av munni Guds
livir menniskjað av.
Breyð er einsamalt ikki nokk,
okkum tørvar Guds orð.