Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 98

Bíblian – innblást av Gudi

Bíblian – innblást av Gudi

(2. Timoteusarbræv 3:16, 17)

  1. 1. Orð Guds kann gjøgnum myrkur svart

    vísa veg og lýsa bjart.

    Øll, ið trúliga fylgja tí,

    skulu av sonnum verða frí.

  2. 2. Gud við innblástum orðum vil

    geva okkum neyðugt skil,

    hug og hegni at siga frá

    øllum, sum Skriftin vísir á.

  3. 3. Gud fortelur um kærleikan,

    sum í øllum merkir hann.

    Tann, ið lesur Guds orð hvønn dag,

    knýtir við Gud sín vinalag.