Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 100

Verið gestablíð

Verið gestablíð

(Ápostlasøgan 17:7)

  1. 1. Jehova er í blíðskapi fyrimynd,

    fer eins við øllum fólki og fjalir synd.

    Hann letur regn og sól og bjóðar øllum skjól;

    ber mannahjørtum føði og frið.

    Tí gera vit sum Gud, taka okkum tíð

    at vera bæði fryntlig og gestablíð.

    Jehova løna skal alt tað, vit gjørdu væl

    mót næstanum við okkara lið.

  2. 2. Hvør veit hvat gott, ið stundum kann standast av

    at veita onkrum hjálp sína uttan krav?

    Um fremmandur ein er, vit vísa trúgv í gerð

    og hjálpa, har vit síggja ein tørv.

    Sum Lýdia í forðum vit eru fús

    at bjóða øðrum við okkum heim til hús.

    Jehova veit um øll í smáttu og í høll,

    sum líkjast honum vinsæl og blíð.