SANGUR NR. 102
’Takið tykkum av hinum veiku’
-
1. Av og á vit eru øll
veik og neyðarslig.
Gud, sum hevur okkum kær,
varnast hetta við.
Út yvir veikleikan
breiðir hann kærleikan.
Hjálpa kunnu vit sum hann
mild og vinalig.
-
2. Hava vinir lítla trúgv,
tá tað stendur á,
geva vit í kærleika
hjálp og vinarráð.
Tey hoyra Gudi til,
andin tey styrkja vil.
Fyri teimum biðja vit:
’Faðir, ver tú hjá.’
-
3. Lítið virdur ofta er
veikur her í verð,
lat hann kenna kærleikan,
tann, ið størstur er.
Rætt honum bróðurhond,
knýt við hann vinabond.
Kanska er tín stuðul júst
tað, sum munin ger.
(Les eisini Es. 35:3, 4; 2. Kor. 11:29; Gal. 6:2.)