SANGUR NR. 103
Hirðar eru gávur
-
1. Okkum til hjálpar Gud hevur veitt
hirðar at røkta seyð.
Teir ganga undan, vísa Guds veg
burtur úr synd og neyð.
(NIÐURLAG)
Gud gevur samkomum góðar menn,
hirðar, sum álit er í.
Fylgið teir røkta, vit elska teir,
dýrabart er teirra stríð.
-
2. Hirðar, ið mildir geva sær far,
varnast, hvar tørvur er.
Eru vit trongd, so veita teir hjálp,
vanda sær orð og gerð.
(NIÐURLAG)
Gud gevur samkomum góðar menn,
hirðar, sum álit er í.
Fylgið teir røkta, vit elska teir,
dýrabart er teirra stríð.
-
3. Hirðarnir vilja fylginum væl,
minna á alt Guds ráð.
Teir veita lívd, um illveðursæl
stundum kann herja á.
(NIÐURLAG)
Gud gevur samkomum góðar menn,
hirðar, sum álit er í.
Fylgið teir røkta, vit elska teir,
dýrabart er teirra stríð.
(Les eisini Es. 32:1, 2; Jer. 3:15; Jóh. 21:15-17; Áps. 20:28.)