SANGUR NR. 108
Trúfasti kærleiki Guds
-
1. Ævigur kærleiki
lýsir Gud og hansara veg.
Tann, hann elskaði, sendi hann,
mannaættini frelsu vann.
Vónin kveiktist í hjørtum tá
um tað lívið, ið fyri lá.
(NIÐURLAG)
Øll, ið tysta, stór og smá,
komið, her er vatn at fá,
kærleiksgáva Gudi frá
– drekkið úr lívsins á!
-
2. Kærleikin trúgvur er,
merkir Gud í orði og gerð.
Jesus, royndur á allan hátt,
hevur fingið so stóran mátt.
Skjótt skal ríkið, sum lovað er,
fremja alla Guds ætlan her.
(NIÐURLAG)
Øll, ið tysta, stór og smá,
komið, her er vatn at fá,
kærleiksgáva Gudi frá
– drekkið úr lívsins á!
-
3. Kærleiki Harrin er.
Latið okkum spegla hann her.
Eyðmjúk menniskju dregur hann,
vil, vit læra tey sannleikan.
Gudi lýðin vit siga frá,
tí, sum hann okkum vísir á.
(NIÐURLAG)
Øll, ið tysta, stór og smá,
komið, her er vatn at fá,
kærleiksgáva Gudi frá
– drekkið úr lívsins á!
(Les eisini Slm. 33:5; 57:11; Ef. 1:7.)