Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 111

Ein sangur um gleði

Ein sangur um gleði

(Matteus 5:12)

  1. 1. Av hjartanum eru vit fegin,

    ja, okkara gleði er stór.

    Nú manna vit, Gudi til heiðurs,

    við tjóðanna dýrgripum kór.

    Úr orði Guds fáa vit styrki,

    har heinta vit dagliga mót,

    og tí hevur okkara gleði

    í orðinum djúpastu rót.

    Ja, gleðina kenna vit ríka,

    í hjartanum brennur ein glóð.

    Um trongdir og royndir enn koma,

    vit tæna Jehova so fró.

    (NIÐURLAG)

    Vit elska Jehova vár Gud

    og frøast um hansara verk.

    So ríkur hann er í orði og gerð,

    vit sanna, Guds megi er sterk!

  2. 2. Vit eygleiða fegin tað skapta,

    øll undrini víða um lond,

    og tigandi mugu vit sanna,

    alt gott er frá hansara hond.

    Guds ríki er komið til ræði,

    tí boða vit sigursæl frá.

    Og menniskjum vísa vit vegin,

    so signing tey øll kunnu fá.

    Sum dimmið má geva seg yvir,

    tá dagurin sigrar á nátt,

    so rísur í hjørtunum gleðin,

    tá alt, sum er til, verður gott.

    (NIÐURLAG)

    Vit elska Jehova vár Gud

    og frøast um hansara verk.

    So ríkur hann er í orði og gerð,

    vit sanna, Guds megi er sterk!