Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 120

Tak eftir mildleika Kristusar

Tak eftir mildleika Kristusar

(Matteus 11:28-30)

  1. 1. Um Jesus var størstur av øllum á jørð,

    var atferðin ongantíð stolt ella hørð.

    Í ætlanum Guds fekk hann stórfingnan lut,

    men aktaði framvegis eyðmjúkur Gud.

  2. 2. Við øll tey, sum stúra og overva seg,

    hann sigur: ’Legg byrðuna yvir á meg!’

    Ja, Jesus vil hjálpa, har neyðin er svár,

    so mildur hann turkar av eygum hvørt tár.

  3. 3. Vit eru øll brøður, tað hevur hann sagt.

    Í hansara hendur alt valdið er lagt.

    Hann elskar tey mildu, sum liva í trúgv,

    tey fáa í ævir á jørðini búgv.