SANGUR NR. 121
Vit mugu hava tamarhald
-
1. Harran vit elska av hjarta og sál,
men ofta er torført at røkka á mál.
Holdið er veikt og elvir til stríð,
andin frá Gudi ger bundin frí.
-
2. Satan við snildum kann freista hvønn dag,
og syndin so treisk syngur lokkandi lag.
Eru vit viknað, vita vit væl,
álit á Gud okkum hjálpa skal.
-
3. Alt kastast aftur á Gud, orð og gerð,
tí ansa vit okkum í allari ferð.
Skal ikki syndin taka alt vald,
mugu vit øll hava tamarhald.
(Les eisini 1. Kor. 9:25; Gal. 5:23; 2. Pæt. 1:6.)