SANGUR NR. 124
Trúføst í øllum
-
1. Gudi trúføst eru vitni,
sum av sonnum elska hann.
Vígda fólkið stendur saman
um Guds boð og sannleikan.
Ráð vit fáa frá Jehova,
tann, ið gevur ans, fær vit,
allar ævir er hann tryggur,
tænir Gudi uttan slit.
-
2. Trúgvir brøður standa saman,
veita fúsir hjálp í neyð.
Millum okkum ræður álit,
eingin ivi, einki sleyg.
Ja, vit elska allar brøður,
virða teir av instu sál.
At vit fylgjast, gagnar øllum,
saman koma vit á mál.
-
3. Tá ið brøður eru hirðar,
røkta Harrans seyð í dag,
hugagóð vit geva gætur,
fylgja ráðum teirra glað.
Øll tey trúgvu verða signað,
tí tey fylgjast Gudi við;
móti trúgvum er hann trúgvur,
heldur vakt við teirra lið.
(Les eisini Slm. 149:1; 1. Tim. 2:8; Hebr. 13:17.)