Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 135

Inniliga áheitanin frá Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“

Inniliga áheitanin frá Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“

(Orðtøkini 27:11)

  1. 1. Mín sonur, mín dóttir

    – kom, lurta eftir mær.

    Ver í mínum hondum

    mót fíggindanum svar.

    Av hjartanum fegin

    til mín tú gevur teg,

    og øllum er skilligt,

    tú livir fyri meg.

    (NIÐURLAG)

    Mítt góða barn, tit góðu ungu,

    eg leiði tykkum lívsins veg.

    So tænið mær íðin av hjarta,

    ja, verið vís og gleðið meg.

  2. 2. Njót ungdómin, gleð teg,

    tú hevur meg til vin.

    Í mótgangi hjálpi

    eg tær at fáa skyn.

    Um onkur nú svíkur

    og vendir sær frá tær,

    tú veitst, at um ævir

    tú vinur ert hjá mær.

    (NIÐURLAG)

    Mítt góða barn, tit góðu ungu,

    eg leiði tykkum lívsins veg.

    So tænið mær íðin av hjarta,

    ja, verið vís og gleðið meg.