Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 136

Jehova gevur fulla løn

Jehova gevur fulla løn

(Rutt 2:12)

  1. 1. Jehova er trúgvur og góður við øll,

    sum vitna av hjarta og sál.

    Hann sær, at tey fús lata frá sær so mangt

    og seta sær andalig mál.

    Fórt tú frá foreldrum og vinum av stað,

    so veitst tú, Jehova tað sá.

    Hann gevur tær brøður og systrar í dag

    og lyfti, sum vit líta á.

    (NIÐURLAG)

    Gud, ið sær teg, skal geva fulla løn,

    ja, hann skal signa teg og vísa leið.

    Tú finnur skjól undir veingjum hans.

    Jehova er trúgvur – hann gloymir teg ei.

  2. 2. Viðhvørt kennist okkara lív kanska tungt,

    tað er sum eitt endaleyst stríð.

    Og tankarnir mala um ófrið og neyð,

    tí nú er ein hættislig tíð.

    Men minst til, at Gud hoyrir eyðmjúka bøn,

    hann lovar, at vit verða loyst.

    Hann gevur tær andan og orðið til hjálp

    og vinir, ið bera tær troyst.

    (NIÐURLAG)

    Gud, ið sær teg, skal geva fulla løn,

    ja, hann skal signa teg og vísa leið.

    Tú finnur skjól undir veingjum hans.

    Jehova er trúgvur – hann gloymir teg ei.