Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 139

Kom, hugsa tær!

Kom, hugsa tær!

(Opinberingin 21:1-5)

  1. 1. Kom, hugsa tær ein nýggjan heim,

    har tú og eg hava gleði og gleim.

    Ja, hugsa tær at sleppa við,

    at stíga lætt, kenna djúpan frið!

    Als einki ilt vit síggja tá,

    Jehova sjálvur er okkum hjá.

    Og tíðin er komin, tá hann ráða skal,

    við ljómandi sangi vit prísa honum sæl.

    (NIÐURLAG)

    ’Jehova, vár Gud, vit lova tær øll!

    Í nýggjum skrúð standa heiðar og fjøll.

    Í hjørtunum er gleðin ein brennandi glóð,

    í ævir vit prísa tær, Gud, tín leið er góð.’

  2. 2. Nú ert tú her, tú eins og eg!

    Tú andar frítt, einki ørkymlar teg;

    als eingin sjón, als einki ljóð,

    kann spilla friðin og hjartans ró.

    Á øllum Gud nú hevur vald,

    og yvir okkum hann reisir tjald.

    So vekur hann øll tey, sum deyðin sær vann,

    tey tríva við okkum í sang, sum heiðrar hann:

    (NIÐURLAG)

    ’Jehova, vár Gud, vit lova tær øll!

    Í nýggjum skrúð standa heiðar og fjøll.

    Í hjørtunum er gleðin ein brennandi glóð,

    í ævir vit prísa tær, Gud, tín leið er góð.’