Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 142

Okkara trygga og fasta vón

Okkara trygga og fasta vón

(Hebrearabrævið 6:18, 19)

  1. 1. Menniskjans trilvan var nyttuleys í øldir,

    strembanin vónleys, ein roynd at veiða vind.

    Menn stóðu fastir, í misgerðir tøldir,

    hvør kundi bjarga og basa synd?

    (NIÐURLAG)

    Vónin er bjørt, ríki Guds hevur vald.

    Hjá fíggindum tíðin er markað og tald.

    Veiróp skal broytast til sangara rødd,

    tann lívsæla vón er í hjørtunum fødd.

  2. 2. ’Hví loyvdist óndskapi rásarúm so leingi?’

    Spyrt tú í ótta Jehova, fært tú svar:

    ’Óndskapar leinkjur eg brádliga spreingi!’

    Ber honum prís, nú er loysnin nær.

    (NIÐURLAG)

    Vónin er bjørt, ríki Guds hevur vald.

    Hjá fíggindum tíðin er markað og tald.

    Veiróp skal broytast til sangara rødd,

    tann lívsæla vón er í hjørtunum fødd.