SANGUR NR. 144
Minst til tína ævigu løn!
-
1. Tá hin blindi morgunroðan sær,
og hin deyvi hoyrir barn, ið lær,
tá skal eingin óttast nakað ilt,
tí alt er friðarligt og stilt.
Tá ið tey, vit mistu, vakna við,
og øll jørðin hevur fingið frið,
(NIÐURLAG)
hevur Gud til fulnar svarað bøn.
Minst til tína ævigu løn!
-
2. Tá ið lamb hjá úlvi leggur seg,
og tá bjørnin ongum ger fortreð,
kann ein lítil drongur leiða øll
– tey ganga trygg um grønan vøll.
Tá ið eingin longur fellir tár,
og vit gloyma sorg og strævin ár,
(NIÐURLAG)
hevur Gud til fulnar svarað bøn.
Minst til tína ævigu løn!
(Les eisini Es. 11:6-9; 35:5-7; Jóh. 11:24.)