Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 146

„Eg geri alt nýtt!“

„Eg geri alt nýtt!“

(Opinberingin 21:1-5)

  1. 1. Øll teknini vísa, Guds ríki er her,

    í hásætið sonurin settur er.

    Úr himlinum rendi hann fíggindan,

    Guds vilji til fulnar nú fremjast kann.

    (NIÐURLAG)

    Tað gleðir ein og hvønn, sum trýr:

    Skjótt Gud hjá mannabørnum býr.

    Hann steðgar deyðanum og turkar tár,

    hann grøðir eymliga øll mein og sár.

    Á jørðini hann skapar frið og rætt.

    „Alt nýtt!“ sigur orðið satt.

  2. 2. Úr himlinum kemur Jerusalem nýtt

    sum brúður til lambið so fagurt prýtt.

    Frá brúðgómi sínum hon vinnur rós,

    Jehova er hennara dýrd og ljós.

    (NIÐURLAG)

    Tað gleðir ein og hvønn, sum trýr:

    Skjótt Gud hjá mannabørnum býr.

    Hann steðgar deyðanum og turkar tár,

    hann grøðir eymliga øll mein og sár.

    Á jørðini hann skapar frið og rætt.

    „Alt nýtt!“ sigur orðið satt.

  3. 3. Øll virða við gleði Guds heilaga stað,

    hvørt portur er upplatið nátt og dag.

    Í skini frá staðnum vit ganga her

    og spegla nú ljósið í orð og gerð.

    (NIÐURLAG)

    Tað gleðir ein og hvønn, sum trýr:

    Skjótt Gud hjá mannabørnum býr.

    Hann steðgar deyðanum og turkar tár,

    hann grøðir eymliga øll mein og sár.

    Á jørðini hann skapar frið og rætt.

    „Alt nýtt!“ sigur orðið satt.