Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 11

Ver eldhugaður

Ver eldhugaður

Rómbrævið 12:11

Í STUTTUM: Tosa við eldhuga, so fólk fáa hug at fylgja tí, tey hoyra.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hav hjartað við. Tá ið tú skalt fyrireika teg, mást tú hugsa gjølla um, hví evnið hevur týdning. Set teg so væl inn í tilfarið, at tað, sum tú sigur, kann koma frá hjartanum.

  • Hugsa um tey, sum skulu lurta. Ger tær greitt, hvussu tað, sum tú skalt lesa upp ella læra onnur, kann gagna teimum. Og hugsa eisini um, hvussu tú kanst forklára upplýsingarnar, so fólk skilja, hvussu tey kunnu fáa nyttu av teimum.

  • Ger tað livandi. Lat tað hoyrast, at tú ert eldhugaður. Vís tínar kenslur við natúrligum handakeipum og andlitsbrái.