Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 04

Hvør er Gud?

Hvør er Gud?

Menniskju hava næstan altíð tilbiðið nógvar gudar og gudinnur. Men Bíblian tosar um ein Gud, sum ’er størri enn allir aðrir gudar’. (2. Krønikubók 2:5, Dahl/Viderø) Hvør er tað? Og hvat er tað, sum ger hann størri enn allar hinar gudarnar? Í hesum partinum fáa vit at vita, hvat Gud fortelur okkum um seg sjálvan.

1. Hvussu eitur Gud, og hvussu vita vit, at hann vil hava okkum at kenna sítt navn?

Í Bíbliuni fortelur Gud okkum, hvør hann er. Hann sigur: „Eg eri Jehova, tað er navn mítt.“ (Esaias 42:8, NWT) „Jehova“ er umsett úr einum hebraiskum navni, sum sambært nógvum bíbliugranskarum merkir „Hann fær at verða“. Jehova vil, at vit skulu kenna hansara navn. (2. Mósebók 3:15) Hvussu vita vit tað? Tí navnið hjá honum stendur yvir 7.000 ferðir í Bíbliuni! a Tað er bara ’hin einasti sanni Gud’ í himli og á jørð, sum eitur Jehova. – Jóhannes 17:3.

2. Hvat fortelur Bíblian okkum um Jehova?

Bíblian sigur, at menniskju tilbiðja nógvar ymiskar gudar, men at Jehova er tann einasti sanni Gud. Hví er hann tað? Jú, millum annað tí hann er „hin hægsti yvir allari jørðini“. (Les Sálm 83:19.) Jehova er eisini hin alvaldi, sum merkir, at hann hevur vald til at gera, hvat hann vil. Hann hevur skapt alt – alheimin og alt lív á jørðini. (Opinberingin 4:8, 11) Og tað er bara Jehova, sum altíð hevur verið til og altíð fer at vera til. – Sálmur 90:2.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvat munurin er á heitunum hjá Gudi og navninum hjá honum. Vit fáa eisini at vita, hví hann vil, at vit skulu kenna hansara navn.

3. Gud hevur nógv heiti, men bara eitt navn

Hevur tað nakran týdning, um vit brúka navnið hjá einum persóni ella bara heitið hjá honum? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat er munurin á einum navni og einum heiti, sum til dømis ’Harrin’?

Bíblian sigur, at fólk tilbiðja nógvar gudar og nógvar harrar. Les Sálm 136:1-3, og tosa um henda spurningin:

  • Hvør er ’Gud gudanna’ og ’Harri harranna’?

4. Jehova vil, at tú skalt kenna hansara navn og brúka tað

Hvat vísir, at Jehova vil, at tú skalt kenna hansara navn? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hví heldur tú, at Jehova vil, at vit skulu kenna hansara navn?

Jehova vil, at vit skulu brúka hansara navn. Bíblian sigur: „Hvør tann, sum ákallar navn Jehova, verður frelstur.“ (Rómbrævið 10:13, NWT) Tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu viktigt er tað at brúka Guds navn, Jehova?

  • Hvussu hevur tú tað, tá ið onkur minnist, hvussu tú eitur, og brúkar navnið hjá tær?

  • Hvussu heldur tú, Jehova hevur tað, tá ið tú brúkar hansara navn?

5. Jehova vil, at tú skalt vera hansara vinur

Ein kona úr Kambodja, sum eitur Soten, segði, at hon ongantíð hevði verið so glað, sum tá ið hon fekk at vita, hvussu Gud eitur. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvørja ávirkan hevði tað á Soten at finna út av, hvussu Gud eitur?

Vit mugu vita, hvussu fólk eita, áðrenn vit kunnu blíva vinir við tey. Les Jákupsbrævið 4:8a, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat vil Jehova, at tú skalt gera?

  • Hví heldur tú, at mann fær eitt tættari samband við Jehova, tá ið mann kennir og brúkar hansara navn?

NØKUR SIGA: „Tað er bara ein Gud til, so tað er líkamikið, hvat vit kalla hann.“

  • Trýrt tú upp á, at Gud eitur Jehova?

  • Hvussu hevði tú forklárað, at Gud vil, at vit skulu brúka hansara navn?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Hin einasti sanni Gud eitur Jehova. Hann vil, at vit skulu kenna og brúka hansara navn, so vit kunnu fáa tættari samband við hann.

Greið frá

  • Hvør munur er á Jehova og øllum øðrum gudum?

  • Hví skulu vit brúka Guds navn?

  • Hvat vísir, at Jehova vil, at tú skalt vera hansara vinur?

Mál

HYGG AT HESUM

Henda greinin vísir á fimm góðar grundir til, at vit kunnu trúgva upp á, at Gud er til.

„Er Gud til?“ (netgrein)

Hví er tað logiskt at trúgva, at Gud altíð hevur verið til?

„Hvør skapti Gud?“ (Vakttornið 1. august 2014)

Hví eiga vit at brúka Guds navn, hóast vit ikki vita akkurát, hvussu tað upprunaliga bleiv úttalað?

„Hvør er Jehova?“ (netgrein)

Er tað so farligt, hvat vit rópa Gud? Í hesi greinini fært tú at vita, hví vit kunnu siga, at hann bara hevur eitt navn.

„Hvussu nógv nøvn hevur Gud?“ (netgrein)

a Fleiri upplýsingar um týdningin av Guds navni, og hví nakrar bíbliuumsetingar hava strikað tað, eru at finna í 1. parti í heftinum Bíbliuhandbók.