Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 07

Hvussu er Jehova?

Hvussu er Jehova?

Hvussu ímyndar tú tær Jehova Gud? Følir tú teg lítlan í mun til hansara? Virkar hann líka langt burtur sum ein fjarskotin stjørnubreyt? Hugsar tú, at hann er ein veruligur persónur? Ella virkar hann bara sum ein øgilig kraft, ið ikki hevur kenslur? Hvussu er Jehova í veruleikanum? Bíblian fortelur okkum, hvussu hann er, og hvussu góður hann er við okkum menniskju.

1. Hví ber tað ikki til at síggja Gud?

„Gud er Andi.“ (Jóhannes 4:24) Jehova hevur ikki ein fysiskan kropp. Hann er ein andi, sum býr í himli, og vit síggja ikki inn í himmalin.

2. Hvat sigur Bíblian um Jehova?

Sjálvt um vit ikki síggja Jehova, so er hann ein veruligur persónur. Tá ið vit læra hann at kenna, finna vit út av, at hann hevur nógvar góðar eginleikar. Bíblian sigur: „HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heiløgu Síni.“ (Sálmur 37:28) Hann er eisini „náðiríkur og miskunnsamur“, serliga ímóti teimum, sum ikki hava tað lætt. (Jákupsbrævið 5:11) Jehova er nær hjá teimum, „sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda“. (Sálmur 34:19) Og visti tú, at tað, sum vit gera, ávirkar kenslurnar hjá Jehova? Tá ið vit taka vánaligar avgerðir, verður hann skuffaður og keddur. (Sálmur 78:40, 41) Men tá ið vit taka góðar avgerðir, verður hann stoltur og glaður. – Les Orðtøkini 27:11.

3. Hvussu vísir Jehova, at hann elskar okkum?

Viss mann skuldi lýst Jehova við einum orði, hevði tað verið kærleiki. Faktiskt sigur Bíblian, at „Gud er kærleiki“. (1. Jóhannesarbræv 4:8) Vit lesa um kærleikan hjá Jehova í Bíbliuni, men vit síggja hann eisini í tí, sum hann hevur skapt. (Les Ápostlasøguna 14:17.) Hugsa til dømis um, hvussu hann hevur skapt okkum. Vit síggja vakrar litir, hoyra góðan tónleik og smakka lekkran mat. Jehova vil, at vit skulu njóta lívið.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvat Jehova brúkar til at gera alt møguligt fantastiskt. Og vit fáa eisini at vita, hvussu vit kunnu læra meira um eginleikarnar hjá Jehova.

4. Heilagi andin er Guds virksama kraft

Eins og vit brúka hendurnar til at gera ymiskt við, brúkar Jehova sín heilaga anda. Bíblian vísir, at heilagi andin ikki er ein persónur, men tann kraftin, sum Gud brúkar til at gera ymiskt við. Les Lukas 11:13 og Ápostlasøguna 2:17, og tosa um hetta:

  • Gud gevur okkum av sínum heilaga anda, tá ið vit biðja hann um tað. So hvat heldur tú: Er heilagi andin ein persónur ella Guds virksama kraft? Hví heldur tú tað?

Jehova brúkar sín heilaga anda til at gera alt møguligt fantastiskt. Les Sálm 104:30 og 2. Pætursbræv 1:20, 21, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu hevur Jehova millum annað brúkt sín heilaga anda?

5. Allir eginleikarnir hjá Jehova eru tiltalandi

Móses tænti longu Jehova, men hann vildi vita meira um hann. Tí segði hann við Gud: „Vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg.“ (2. Mósebók 33:13) Og so fortaldi Jehova Mósesi eitt sindur meira um seg sjálvan. Les 2. Mósebók 34:4-6, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat fortaldi Jehova um seg sjálvan?

  • Hvørjar eginleikar hjá Jehova dámar tær serliga væl?

6. Jehova er góður við menniskju

Ísraelitarnir, sum vóru Guds fólk, vóru trælir í Egyptalandi. Hvussu ávirkaði tað Jehova, at hansara fólk hevði tað ringt? Lurta eftir LJÓÐUPPTØKUNI og fylg við í 2. Mósebók 3:1-10 ella les ørindini hart. Tosa síðani um spurningarnar.

  • Hvussu ávirkar tað Jehova, tá ið menniskju hava tað ringt? – Hygg at ørindunum 7 og 8.

  • Heldur tú, at Jehova gjarna vil hjálpa menniskjum, og at hann er førur fyri tí? Hví, ella hví ikki?

7. Skapanarverkið lærir okkum nakað um Jehova

Vit læra meira um Jehova, tá ið vit eygleiða tað, sum hann hevur skapt. Hygg at VIDEONUM. Les Rómbrævið 1:20, og tosa um spurningin.

  • Hvørjar eginleikar hjá Jehova hevur tú lagt merki til í tí, sum hann hevur skapt?

NØKUR SIGA: „Gud er ikki ein persónur, hann er bara ein kraft, sum er allastaðni.“

  • Hvat heldur tú?

  • Hví heldur tú tað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova er ein ósjónligur andi. Hann hevur nógvar tiltalandi eginleikar, og tað er kærleiki, sum eyðkennir hann.

Greið frá

  • Hví ber tað ikki til at síggja Jehova?

  • Hvat er heilagi andin?

  • Hvussu er Jehova?

Mál

HYGG AT HESUM

Visti tú, at Jehova hevur fýra høvuðseginleikar?

„Hvussu er Gud?“ (Vakttornið nr. 1 2019)

Nógv halda, at Gud er allastaðni og í øllum. Men hvat sigur Bíblian?

„Er Gud allastaðni?“ (netgrein)

Bíblian samanber heilaga andan við hendurnar hjá Gudi. Hví man tað vera?

„Hvat er heilagi andin?“ (netgrein)

Ein blindur maður hevði ringt við at trúgva upp á, at Gud var góður við hann. Okkurt broyttist. Hvat var tað?

„Nú fái eg hjálpt øðrum“ (Vakttornið 1. oktober 2015)