Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 09

Bøn kann geva tær eitt tættari samband við Gud

Bøn kann geva tær eitt tættari samband við Gud

Hevur tú viðhvørt brúk fyri at fáa góð ráð? Hevur tú nakrar spurningar, sum tú gjarna vilt hava svar upp á? Hevur tú brúk fyri troyst? Vilt tú gjarna hava eitt tættari samband við Jehova? Bøn kann hjálpa tær við øllum hesum. Men hvussu skulu vit biðja? Lurtar Gud eftir øllum bønum? Hvat kanst tú gera fyri at vera sikkur upp á, at hann hoyrir tínar bønir?

1. Hvønn skulu vit biðja til, og hvat kunnu vit biðja um?

Jesus bað bara til faðir sín í himli, tað vil siga Jehova. Og tað segði hann eisini, at vit skuldu gera: „Tit [skulu] biðja soleiðis: ’Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli …’“ (Matteus 6:9) Tá ið vit biðja til Jehova, fáa vit eitt tættari samband við hann.

Vit kunnu biðja um so at siga alt. Men viss Gud skal svara okkara bønum, mugu vit biðja um nakað, sum honum dámar. Í 1. Jóhannesarbrævi 5:14 stendur: „Biðja vit um okkurt eftir vilja [Guds], so hoyrir Hann okkum.“ Jesus nevndi nakað av tí, sum vit kunnu biðja um. (Les Matteus 6:9-13.) Vit kunnu sjálvandi biðja um nakað, sum hevur við okkum sjálvi at gera, men vit mugu ikki gloyma at takka Gudi fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri okkum, og at biðja fyri øðrum.

2. Hvussu skulu vit biðja?

Bíblian sigur, at vit skulu ’hella okkara hjarta út fyri Gudi’. (Sálmur 62:9) So okkara bønir mugu koma frá hjartanum. Vit kunnu biðja hart ella innantanna, nær sum helst og hvar sum helst. Og tað hevur einki at siga, um vit liggja, sita ella standa, tá ið vit biðja. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit vísa virðing fyri Jehova.

3. Hvussu svarar Gud okkara bønum?

Tað ger hann upp á nógvar mátar. Jehova hevur givið okkum sítt orð, Bíbliuna, og har finna vit ofta svar upp á okkara spurningar. Bíblian „ger tann óroynda vísan“. (Sálmur 19:7, NWT; les Jákupsbrævið 1:5.) Jehova kann geva okkum frið í sinnið, tá ið vit hava trupulleikar. Og hann kann fáa onnur at hjálpa okkum, tá ið vit hava brúk fyri tí.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvussu vit kunnu biðja upp á ein máta, sum gleðir Gud, og hvussu bøn kann hjálpa okkum.

4. Bønir, sum Gudi dámar

Hvussu kunnu vit biðja bønir, sum Gudi dámar? Hygg at VIDEONUM.

Jehova vil, at vit skulu biðja til hansara. Les Sálm 65:3, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Heldur tú, at Jehova vil hava teg at biðja til hansara? Hví, ella hví ikki?

Vit mugu royna at liva eftir Guds normum, um vit vilja hava hann at lurta eftir okkara bønum. Les Mika 3:4 og 1. Pætursbræv 3:12, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat skulu vit gera, um vit vilja hava Jehova at lurta eftir okkara bønum?

Tá ið kríggj er, biðja báðir partar til Gud um at lata teir vinna. Kann mann vænta, at Gud svarar sovorðnum bønum?

5. Okkara bønir mugu koma frá hjartanum

Nøkur hava lært at biðja ta somu bønina umaftur og umaftur. Men er tað soleiðis, Gud vil hava okkum at biðja? Les Matteus 6:7, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú lata vera við at siga tað sama umaftur og umaftur, tá ið tú biður?

Tú kundi roynt at hugsað um okkurt serligt, sum Jehova hevur gjørt fyri teg, og so takkað honum fyri tað. Viss tú gert tað hvønn dag í eina viku, hevur tú biðið um sjey ymisk ting.

Ein góður pápi vil gjarna hava, at børnini fortelja honum, akkurát hvussu tey hava tað. Og tað vil Jehova eisini hava, at vit gera

6. Bøn er ein gáva frá Gudi

Hvussu kann bøn hjálpa okkum, tá ið vit hava tað ordiliga ringt? Hygg at VIDEONUM.

Bíblian lovar, at vit kunnu fáa frið í sinnið, tá ið vit biðja. Les Filippibrævið 4:6, 7, og tosa um hetta:

  • Okkara trupulleikar hvørva kanska ikki, tá ið vit biðja. Men hvussu kann bøn hjálpa okkum allíkavæl?

  • Hvat hevur tú hug at biðja um?

Visti tú?

Líka síðani á Bíbliunnar døgum hava fólk sagt ’amen’ eftir eina bøn. (1. Krønikubók 16:36) Orðið ’amen’ merkir ’tað er vist’ ella ’lat tað verða so’.

7. Gloym ikki at biðja

Viðhvørt hava vit so nógv at gera, at vit gloyma at biðja. Hvussu stóran týdning hevði tað fyri Jesus at biðja? Les Matteus 14:23 og Markus 1:35, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat gjørdi Jesus fyri at fáa tíð til at biðja?

  • Nær kanst tú seta tíð av til at biðja?

NØKUR SIGA: „Tað er líkamikið, hvussu vit biðja, tí Gud hoyrir allar bønir.“

  • Hvat heldur tú?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Tá ið okkara bønir koma frá hjartanum, fáa vit eitt tættari samband við Gud og frið í sinnið. Vit fáa eisini styrki til at gera tað, sum gleðir Jehova.

Greið frá

  • Hvønn skulu vit biðja til?

  • Hvussu skulu vit biðja?

  • Hví er tað so gott at biðja?

Mál

HYGG AT HESUM

Hevur tú fleiri spurningar um bøn? So finnur tú kanska svarini her.

„Sjey vanligir spurningar um bøn“ (Vakttornið 1. oktober 2010)

Hví er tað gott at biðja? Og hvussu kanst tú forbetra tínar bønir?

„Hví skal eg biðja?“ (netgrein)

Fólk biðja til halgimenni, einglar og ymiskar gudar. Hvat sigur Bíblian um tað?

„Skal eg biðja til halgimenni?“ (netgrein)

Hevur tað týdning, nær og hvar vit biðja?

Tú kanst biðja til Gud, tá tú vilt (1:22)