Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 12

Hvat kann hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna?

Hvat kann hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna?

Tað er gott at kanna Bíbliuna, men tað er kanska ikki altíð so lætt. Viðhvørt ivast tú kanska í, um tú skalt halda fram. Hví er tað stríðið vert? Og hvat kann hjálpa tær at halda fram hóast avbjóðingar?

1. Hví er tað gott at læra meira um Bíbliuna?

„Orð Guds er livandi og hevur kraft.“ (Hebrearabrævið 4:12) Bíblian er ein heilt serlig bók. Tað er bara hon, sum fortelur, hvat Gud hugsar, og hvussu góður hann er við teg. Tá ið tú lærir meira um Bíbliuna, kanst tú fáa eitt betri lív nú og vón um eina góða framtíð. Men fremst av øllum kann hon hjálpa tær at blíva vinur við Jehova. Bíblian kann altso hava eina positiva ávirkan á títt lív.

2. Hví er tað umráðandi at skilja, at sannleikin í Bíbliuni hevur stóran týdning?

Sannleikin í Bíbliuni er sum ein dýrgripur, og tí sigur Bíblian, at vit skulu ’keypa sannleika og ikki selja hann’. (Orðtøkini 23:23) Tá ið vit skilja, hvussu stóran týdning sannleikin í Bíbliuni hevur, fáa vit hug at gera alt fyri at læra meira, eisini sjálvt um tað ikki altíð er so lætt. – Les Orðtøkini 2:4, 5.

3. Hvussu kann Jehova hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna?

Jehova hevur skapt teg og er góður við teg, og tí vil hann tær alt tað besta. Hann vil, at tú skalt læra hann betur at kenna, og hann kann bæði geva tær ’viljan’ og ’styrkina’ til at gera tað. (Les Filippibrævið 2:13; Esaias 40:29.) So um tú av og á manglar motivatión til at halda fram við bíbliuskeiðinum ella til at fylgja tí, sum tú lærir, kann hann hjálpa tær. Og viss tú hevur avbjóðingar ella upplivir mótstøðu, kann hann geva tær ta neyðugu styrkina. Tí er tað gott, at tú ofta biður Jehova hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna. – 1. Tessalonikabræv 5:17.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at tosa um nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at halda fram at kanna Bíbliuna, sjálvt um tú hevur nógv at gera ella onnur ikki dáma tað. Og vit fara eisini at tosa um, hvussu Jehova kann hjálpa tær at halda fram.

4. Raðfest tað at kanna Bíbliuna

Onkuntíð føla vit kanska, at vit eru so upptikin, at vit ikki hava tíð til at kanna Bíbliuna. Hvat kann hjálpa okkum? Les Efesusbrævið 5:16, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat heldur tú, mann eigur at keypa sær tíð til?

  • Hvussu kanst tú vísa, at hetta bíbliuskeiðið hevur týdning fyri teg?

  1. Viss tú koyrir sandin í fyrst, passa steinarnir ikki í

  2. Viss tú leggur steinarnar í fyrst, fært tú pláss fyri næstan øllum sandinum. Og viss tú á líknandi hátt setur tað, sum hevur størstan týdning, fremst í tínum lívi, fært tú eisini pláss fyri øðrum

Tá ið vit kanna Bíbliuna, nøkta vit okkara andaliga tørv, altso okkara tørv á at læra Gud at kenna og gera hansara vilja. Les Matteus 4:4, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kann tað gagna tær at raðfesta bíbliuskeiðið?

5. Halt ikki uppat, tá ið tú møtir mótstøðu

Viðhvørt royna onnur kanska at fáa teg at halda uppat at kanna Bíbliuna. Latið okkum vita, hvussu tað gekst einum manni, sum eitur Francesco. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvussu reageraðu familjan og vinirnir hjá Francesco, tá ið hann fortaldi teimum, at hann var farin at kanna Bíbliuna?

  • Hvat gott kom burtur úr, at hann helt fram at kanna Bíbliuna?

Les 2. Timoteusarbræv 2:24, 25, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu dáma familjan og vinirnir hjá tær, at tú ert farin at kanna Bíbliuna?

  • Hvussu skalt tú reagera, viss onkur ikki dámar, at tú kannar Bíbliuna? Og hví?

6. Lít á, at Jehova hjálpir tær

So hvørt sum vit læra Jehova betur at kenna, fáa vit hug at gera hansara vilja. Men fyri tað kann tað vera ringt at gera tær broytingarnar, sum skulu til fyri at kunna liva upp til hansara normar. Viss tú hevur tað soleiðis, mást tú ikki missa mótið, tí Jehova vil gjarna hjálpa tær. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvørjar broytingar gjørdi Jim fyri at gleða Jehova?

  • Hvat heldur tú var serliga áhugavert við Jim?

Les Hebrearabrævið 11:6, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu hjálpir Jehova teimum, sum royna at læra hann at kenna og gera hansara vilja?

  • Hvussu heldur tú, tað ávirkar Jehova at síggja, at tú gert títt besta fyri at læra meira um Bíbliuna?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hví ert tú farin at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum?“

  • Hvussu hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Sjálvt um tað ikki altíð er so lætt, kann tað at kanna Bíbliuna geva tær eitt gott lív bæði nú og í allar ævir. Viss tú heldur fram at líta á Jehova, fer hann at hjálpa tær.

Greið frá

  • Hví hevur sannleikin í Bíbliuni stóran týdning fyri teg?

  • Hvussu kanst tú keypa tær tíð til tað, sum er umráðandi?

  • Hví eigur tú at biðja Jehova hjálpa tær at halda fram at læra meira um Bíbliuna?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat hevur hjálpt nógvum at brúka tíðina upp á ein góðan máta?

„Hvussu kanst tú brúka tíðina væl?“ (Vaknið! februar 2014)

Jehova hjálpti Grace, sum var gift við einum manni, ið ikki dámdi, at hon kannaði Bíbliuna.

Jehova hjálpir okkum at bera okkara byrður (5:05)

Michael er sera glaður fyri, at kona hansara helt fram at kanna Bíbliuna.

Eg setti spurnartekn við sannleikan (6:30)

Fleiri halda, at Jehova vitni skapa split í familjuni. Men passar tað?

„Syndra Jehova vitni familjur, ella styrkja tey tær?“ (netgrein)