Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 13

Falskur átrúnaður gevur eina skeiva mynd av Gudi

Falskur átrúnaður gevur eina skeiva mynd av Gudi

Átrúnaðir, sum siga seg tæna Gudi, hava framt ræðuligar gerðir. Hvussu hongur tað saman við, at Gud er kærleiki? Tað einfalda svarið er, at hesir átrúnaðirnir eru falskir og hava givið eina skeiva mynd av Gudi. Hvussu hava teir gjørt tað? Hvat hugsar Gud um tað? Og hvat fer hann at gera við tað?

1. Hvussu gevur tað, sum falskur átrúnaður lærir, eina skeiva mynd av Gudi?

Falskur átrúnaður hevur „skift sannleika Guds um við lygn“. (Rómbrævið 1:25) Nógvir átrúnaðir hava til dømis ikki lært fólk, at Gud hevur eitt navn. Men Bíblian vísir týðiliga, at hann hevur eitt navn, og at vit mugu brúka tað. (Rómbrævið 10:13, 14) Tá ið nakað ræðuligt hendir, siga fleiri trúarleiðarar, at tað er Guds vilji. Men tað er lygn. Gud er ongantíð orsøkin til tað ringa, sum hendir. (Les Job 34:12.) Lygnir sum hesar hava gjørt, at nógv ikki vilja hava nakað við Gud at gera.

2. Hvussu gevur tað, sum falskur átrúnaður ger, eina skeiva mynd av Gudi?

Tað er stórur munur á, hvussu trúarleiðarar í følskum átrúnaði fara við fólki, og hvussu Jehova fer við fólki. Bíblian sigur, at syndirnar hjá følskum átrúnaði „røkka líka upp til Himmals“. (Opinberingin 18:5) Upp gjøgnum søguna hava átrúnaðir blandað seg upp í politikk og stuðlað kríggi, og teir hava nógv mannalív á samvitskuni. Fleiri trúarleiðarar liva í luksus og vænta, at onnur skulu gjalda fyri tað. Alt hetta vísir, at teir ikki kenna Gud, og tí hava teir slett ikki rætt til at umboða hann. – Les 1. Jóhannesarbræv 4:8.

3. Hvat heldur Gud um falskan átrúnað?

Verður tú illur, tá ið tú hoyrir um ymiskt, sum falskur átrúnaður ger? Um so er, hvussu heldur tú so Jehova hevur tað? Hann elskar menniskju, men hann er illur inn á trúarleiðarar, sum geva eina skeiva mynd av honum, og sum fara illa við fólki. Hann lovar at beina fyri følskum átrúnaði, so hann ’ikki verður at finna longur’. (Opinberingin 18:21) Og tað fer hann at gera skjótt. – Opinberingin 18:8.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvat Gud heldur um falskan átrúnað. Vit fáa eisini at vita, hvat nógvir trúarleiðarar hava gjørt, og hví tað ikki skal forða tær í at læra Jehova at kenna.

4. Gud góðtekur ikki allan átrúnað

Nógv halda, at átrúnaðir eru sum ymiskir vegir, ið allir føra til Gud. Men passar tað? Les Matteus 7:13, 14, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat sigur Bíblian um vegin, sum førir til lívið?

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Sigur Bíblian, at Gudi dámar nógvar átrúnaðir?

5. Trúarleiðarar í følskum átrúnaði endurspegla ikki Guds kærleika

Trúarleiðarar hava upp á nógvar mátar givið eina skeiva mynd av Gudi. Eitt týðiligt dømi er, at teir ofta hava stuðlað kríggi. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat gjørdu ymiskar kirkjur undir seinna heimsbardaga?

  • Hvat heldur tú um tað, sum tær gjørdu?

Les Jóhannes 13:34, 35 og 17:16, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu heldur tú, at Jehova hevur tað, tá ið átrúnaðir taka lut í kríggi?

  • Falskur átrúnaður hevur verið orsøk til nógv ræðuligt. Kanst tú nevna okkurt dømi, sum vísir, at trúarleiðarar ikki hava endurspeglað Guds kærleika?

Trúarleiðarar í følskum átrúnaði endurspegla ikki Guds kærleika

6. Gud vil gjarna hjálpa fólki at sleppa burtur úr følskum átrúnaði

Les Opinberingina 18:4, a og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu ávirkar tað teg, at Gud gjarna vil hjálpa teimum, sum eru blivin villleidd av følskum átrúnaði?

7. Halt fram at læra meira um Gud

Eigur falskur átrúnaður at ávirka tína mynd av Gudi? Hugsa tær ein son, sum ikki vil lurta eftir góðu ráðunum frá pápa sínum. Sonurin flytur heimanífrá og fer at liva eitt ringt lív. Pápin dámar ikki tað, sum sonurin ger. Hví hevði tað ikki verið rætt at givið pápanum skyldina fyri, at sonurin tekur vánaligar avgerðir?

  • Er tað rætt at geva Jehova skyldina fyri alt tað ræðuliga, sum falskur átrúnaður ger? Og er tað, sum falskur átrúnaður ger, ein grund til at gevast við at læra meira um Jehova?

NØKUR SIGA: „Allir átrúnaðir eru góðir, og vit biðja øll til tann sama Gud.“

  • Hvat heldur tú?

  • Hví góðtekur Gud ikki allan átrúnað, sjálvt um nógv siga, at tey biðja til tann sama Gud?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Tað, sum falskur átrúnaður lærir og ger, gevur eina skeiva mynd av Gudi. Gud fer at beina fyri følskum átrúnaði.

Greið frá

  • Hvat heldur tú um tað, sum falskur átrúnaður ger og lærir?

  • Hvat heldur Jehova um falskan átrúnað?

  • Hvat fer Jehova at gera við falskan átrúnað?

Mál

HYGG AT HESUM

Í hvørjum tveimum førum fara næstan allir átrúnaðir skeivir?

„Føra allir átrúnaðir til Gud?“ (netgrein)

Nógv halda, at trúgv er nakað, mann hevur fyri seg sjálvan. Men hvussu sær Jehova upp á tað?

„Er tað neyðugt at hoyra til ein átrúnað?“ (netgrein)

Antonio, sum var prestur, bleiv vónsvikin av sínari egnu kirkju, men fyri tað helt hann fram at leita eftir sannleikanum um Gud.

„Hví fór ein katólskur prestur úr kirkjuni?“ (Vaknið! februar 2015)

Í fleiri hundrað ár hava ymiskir átrúnaðir sagt alt møguligt um Gud, sum ikki passar. Tí halda fólk, at hann er kaldur og harður. Men hvussu hongur tað í veruleikanum saman?

„Lygnir, sum gera tað ringt at elska Gud“ (Vakttornið 1. november 2013)

a Í endagrein 1 fært tú at vita, hví Opinberingin lýsir falskan átrúnað sum eina kvinnu, ið eitur Bábylon hin stóra.