Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 16

Hvat gjørdi Jesus, tá ið hann var á jørðini?

Hvat gjørdi Jesus, tá ið hann var á jørðini?

Nógv hugsa um Jesus sum eitt lítið pinkubarn í einari krubbu, sum ein profet ella sum ein doyggjandi mann. Men ber tað til at læra meira um hann? Í hesum partinum fara vit at kanna, hvat Jesus gjørdi, tá ið hann var á jørðini, og hvat tað kann læra okkum.

1. Hvat fylti mest í lívinum hjá Jesusi?

Tað, sum fylti mest í lívinum hjá Jesusi, var at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Les Lukas 4:43.) Hetta ríkið er ein stjórn, sum fer at loysa allar trupulleikarnar hjá mannaættini. a Í trý og eitt hálvt ár brúkti Jesus alla sína orku upp á at fortelja fólki hesi góðu tíðindini. – Matteus 9:35.

2. Hví gjørdi Jesus undur?

Bíblian nevnir, at Gud læt Jesus gera nógvar ’kraftargerðir, undur og tekn’. (Ápostlasøgan 2:22) Jesus stillaði til dømis ein storm, mettaði túsundtals menniskju, grøddi sjúk og reisti enntá fólk upp frá deyðum. (Matteus 8:23-27; 14:15-21; Markus 6:56; Lukas 7:11-17) Hesi undrini vístu, at tað var Gud, sum hevði sent hann. Og tey vístu eisini, at Jehova kann loysa allar okkara trupulleikar.

3. Hvat kunnu vit læra av Jesusi?

Jesus aktaði altíð faðir sín, Jehova. (Les Jóhannes 8:29.) Sjálvt tá ið hann upplivdi mótstøðu, gjørdi hann altíð tað, sum Jehova bað hann um. Hetta vísir, at tað eisini ber til hjá okkum at akta Jehova, sjálvt um tað ikki altíð er so lætt. Jesus er altso ein fyrimynd, sum vit kunnu taka eftir.1. Pætursbræv 2:21.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um boðanina og undrini hjá Jesusi.

4. Jesus boðaði tey góðu tíðindini

Jesus ferðaðist víða um, tí hann vildi fortelja so nógvum sum gjørligt um tey góðu tíðindini. Les Lukas 8:1, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Boðaði Jesus bara fyri teimum, sum komu til hansara?

  • Hvat gjørdi Jesus fyri at kunna boða fyri so nógvum sum gjørligt?

Gud hevði sagt, at Messias fór at boða góð tíðindi. Les Esaias 61:1, 2, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu uppfylti Jesus hesa profetiina?

  • Heldur tú, at fólk í dag hava brúk fyri at hoyra hesi góðu tíðindini?

5. Jesus gav fólki góð ráð

Jesus boðaði ikki bara um Guds ríki, hann lærdi eisini fólk nakað, sum tey kundu brúka í gerandisdegnum. Vit fara at kanna nøkur fá dømi úr fjallaprædikuni. Les Matteus 6:14, 34 og 7:12, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvørji góð ráð gav Jesus í hesum ørindunum?

  • Heldur tú, at vit kunnu brúka hesi ráðini í dag?

6. Jesus gjørdi undur

Jehova gav Jesusi kraft at gera nógv undur. Les Markus 5:25-34, ella hygg at VIDEONUM fyri at síggja eitt dømi. Tosa síðani um spurningarnar.

  • Hvat var konan í videonum sikkur upp á?

  • Hvat dámar tær væl við hesum undrinum?

Les Jóhannes 5:36, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat vístu undrini hjá Jesusi um hann?

Visti tú?

Tað mesta av tí, sum vit vita um Jesus, stendur at lesa í teimum fýra evangeliunum, sum Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes skrivaðu. Teir fýra skrivaðu ymiskar detaljur um Jesus, og til samans fáa vit nógv spennandi at vita um hann.

  • MATTEUS

    Hann var tann fyrsti, sum skrivaði eitt evangelium. Hann skrivaði mest um læruna hjá Jesusi, serliga um tað sum hann segði um Guds ríki.

  • MARKUS

    Hann skrivaði tað stytsta evangeliið, sum er sera spennandi og hendingaríkt.

  • LUKAS

    Hann skrivaði nógv um bøn og um, hvussu Jesus behandlaði kvinnur.

  • JÓHANNES

    Hann skrivaði nógv um, hvat Jesus tosaði um, tá ið hann var saman við góðum vinum og øðrum. Og tað hjálpir okkum at finna út av, hvussu Jesus var.

NØKUR SIGA: „Jesus er Gud.“

  • Hvat heldur tú?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jesus boðaði um Guds ríki, gjørdi undur, og hann aktaði altíð Jehova.

Greið frá

  • Hvat fylti mest í lívinum hjá Jesusi, tá ið hann var á jørðini?

  • Hvat vísa undrini hjá Jesusi?

  • Hvørji góð ráð gav Jesus?

Mál

HYGG AT HESUM

Hví kunnu vit trúgva upp á, at undrini hjá Jesusi veruliga hendu?

Hvat kunnu vit læra av undrunum hjá Jesusi? (Vakttornið 15. juli 2004)

Hvussu broyttist lívið hjá einum manni, tá ið hann fann út av, hvussu góður Jesus er við menniskju?

„Mítt lív snúði seg bara um meg“ (Vakttornið 1. oktober 2014)

Her kanst tú lesa um nakrar týðandi hendingar í lívinum hjá Jesusi í kronologiskari raðfylgju.

„Týðandi hendingar í lívi Jesusar á jørðini“ (Bíbliuhandbók 4-B)

a Partarnir 31-33 koma meira inn upp á, hvat Guds ríki er.