Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 18

Hvussu kann mann vita, hvørji eru sonn kristin?

Hvussu kann mann vita, hvørji eru sonn kristin?

Milliardir av menniskjum siga seg vera kristin. Men tey trúgva ikki øll tað sama og fylgja ikki somu normum. Hvussu kunnu vit so vita, hvørji eru sonn kristin?

1. Hvat vil tað siga at vera kristin?

Kristin eru lærisveinar hjá Jesusi. (Les Ápostlasøguna 11:26.) Hvussu vísa tey, at tey eru hansara lærisveinar? Jesus segði: „Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir.“ (Jóhannes 8:31) Tað vil siga, at sonn kristin mugu fylgja tí, sum Jesus lærdi. Alt, sum Jesus segði, var grundað á Bíbliuna, og tí má tað, sum sonn kristin trúgva upp á, eisini vera grundað á Bíbliuna. – Les Lukas 24:27.

2. Hvussu vísa sonn kristin hvørjum øðrum kærleika?

Jesus segði við lærisveinarnar: „Tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum.“ (Jóhannes 15:12) Hvussu vísti Jesus, at hann elskaði lærisveinarnar? Jú, hann var saman við teimum, hann uppmuntraði teir og hjálpti teimum. Hann var enntá villigur at doyggja fyri teir. (1. Jóhannesarbræv 3:16) Sonn kristin í dag gera eisini meira enn bara at tosa um kærleika. Tey vísa kærleika í gerðum.

3. Hvat segði Jesus, at sonn kristin skuldu gera?

Jesus gav lærisveinunum eina uppgávu. „Hann sendi teir út at prædika ríki Guds.“ (Lukas 9:2) Tey fyrstu kristnu tosaðu ikki bara um Guds ríki í samkomuni, men eisini har sum nógv fólk vóru samlað og heima hjá fólki. (Les Ápostlasøguna 5:42; 17:17.) Sonn kristin í dag boða eisini allastaðni, har fólk eru. Tey elska menniskju, og tí vilja tey gjarna brúka tíð og orku upp á at fortelja teimum um alt tað góða, sum Bíblian lovar okkum. – Markus 12:31.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvør munurin er á sonnum kristnum og teimum, ið ikki fylgja tí, sum Jesus segði.

4. Sonn kristin vilja vita, hvat Bíblian lærir

Tey fyrstu kristnu virðismettu Guds orð

Nógv, sum siga seg vera kristin, halda ikki, at tað er viktigt at finna út av, hvat Bíblian lærir. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu hava nakrar kirkjur forðað fólki í at finna út av, hvat Bíblian lærir?

Jesus fortaldi fólki sannleikan úr Guds orði. Les Jóhannes 18:37, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kann mann finna út av, hvør „er av sannleikanum“?

5. Sonn kristin boða um sannleikan í Bíbliuni

Tey fyrstu kristnu fortaldu øðrum um Guds orð

Áðrenn Jesus fór aftur til himmals, gav hann lærisveinunum eina uppgávu. Og tað er ein uppgáva, sum hansara lærisveinar í dag eisini hava. Les Matteus 28:19, 20 og Ápostlasøguna 1:8, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu umfatandi skuldi boðanararbeiðið vera?

6. Sonn kristin fylgja tí, sum tey læra onnur

Hvat sannførdi ein mann, sum eitur Tom, um, at hann hevði funnið ta sonnu kristnu trúnna? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat var tað, sum fekk Tom at venda átrúnaði bakið?

  • Hví er hann sannførdur um, at hann hevur funnið sannleikan?

Gerðir siga meira enn orð. Les Matteus 7:21, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat heldur Jesus hevur størstan týdning – tað, sum vit siga, ella tað, sum vit gera?

7. Sonn kristin elska hvønn annan

Tey fyrstu kristnu elskaðu hvønn annan

Eru nøkur dømi um, at kristin hava sett lívið í váða fyri sínar trúarfelagar? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví var Lloyd villigur at doyggja fyri Jack Johansson?

  • Heldur tú, at hann gjørdi tað, sum ein sannur kristin eigur at gera?

Les Jóhannes 13:34, 35, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu skulu lærisveinarnir hjá Jesusi (altso sonn kristin) fara við fólki, sum koma úr øðrum londum, ella sum hava ein annan húðarlit?

  • Er hetta eisini galdandi, tá ið tað er kríggj?

NØKUR SIGA: „Tað er líkamikið, hvar tú hoyrir til, bara tú trýrt upp á Jesus.“

  • Hvat ørindi úr Bíbliuni kundi tú brúkt, viss tú skuldi víst, hvussu mann kann vita, hvørji eru sonn kristin?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Sonn kristin fylgja tí, sum Bíblian lærir, tey vísa hvørjum øðrum kærleika, og tey fortelja øðrum um sannleikarnar í Bíbliuni.

Greið frá

  • Hvat grunda sonn kristin sína trúgv á?

  • Hvat eyðkennir sonn kristin?

  • Hvørja uppgávu hava sonn kristin fingið?

Mál

HYGG AT HESUM

Hoyr meira um nøkur, sum gera sítt besta fyri at fylgja Jesusi.

Jehova vitni – hvørji eru vit? (1:13)

Hygg, hvussu nøkur sonn kristin hjálptu øðrum aftan á eina náttúruvanlukku.

Vit hjálpa hvørjum øðrum, tá ið vanlukkur raka – brot (3:57)

Jesus segði, hvat skuldi eyðkenna hansara lærisveinar. Síggja vit hesi eyðkennini bæði hjá teimum fyrstu kristnu og hjá kristnum í dag?

„Hvat eyðkennir sonn kristin?“ (Vakttornið 1. mars 2012)