Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 19

Eru Jehova vitni sonn kristin?

Eru Jehova vitni sonn kristin?

Jehova vitni eru sonn kristin. Hví siga vit tað? Latið okkum kanna, hvat vit grunda okkara trúgv á, hví vit rópa okkum Jehova vitni, og hvussu góð vit eru við hvønn annan.

1. Hvat grunda Jehova vitni sína trúgv á?

Jesus segði: „Orð [Guds] er sannleiki.“ (Jóhannes 17:17) Akkurát sum Jesus, grunda Jehova vitni sína trúgv á Guds orð. Vit kunnu taka eitt dømi úr okkara søgu í nýggjari tíð. Síðst í 1800-talinum fóru nakrir menn at kanna Bíbliuna væl og virðiliga fyri at finna út av, hvat hon lærir. Teir grundaðu sínar trúarlærur á Bíbliuna, eisini sjálvt um tað var øðrvísi enn tað, kirkjan lærdi. Og so fóru teir at fortelja øðrum um tað, sum teir komu fram til. a

2. Hví rópa vit okkum Jehova vitni?

Jehova nevnir sínar tænarar vitni, tí teir fortelja sannleikan um hann. (Hebrearabrævið 11:4 – 12:1) Til dømis segði hann við sítt fólk fyri fleiri túsund árum síðani: „Tit eru vitni Míni.“ (Les Esaias 43:10.) Og Jesus verður róptur ’hitt trúverda vitnið’. (Opinberingin 1:5) Tí fóru vit í 1931 at rópa okkum Jehova vitni, og tað er eitt navn, sum vit eru stolt av.

3. Hvussu vísa Jehova vitni kærleika sum Jesus?

Jesus elskaði lærisveinarnar so nógv, at teir vóru sum familja hjá honum. (Les Markus 3:35.) Øll Jehova vitni eru eisini sum ein familja, og tí rópa vit hvønn annan brøður og systrar. (Filemonsbrævið 1, 2) Vit fylgja boðunum um at elska allar okkara trúarfelagar. (1. Pætursbræv 2:17) Vit vísa, at vit eru góð við hvønn annan upp á nógvar mátar. Eitt dømi er, at vit hjálpa okkara brøðrum og systrum, sum eru í neyð, óansæð hvar í heiminum tey búgva.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna eitt sindur meira um søguna hjá Jehova vitnum, og vit fara eisini at koma inn upp á fleiri prógv um, at vit eru sonn kristin.

Sonn kristin grunda sína trúgv á Bíbliuna og fortelja øðrum um sannleikan

4. Vit grunda okkara trúgv á Bíbliuna

Fyri langari tíð síðani boðaði Jehova frá, at vit skuldu skilja Bíbliuna betur og betur. Les Dániel 12:4, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat skuldi henda, tá ið Guds fólk fór at kanna Bíbliuna?

Charles Russell og nakrir menn róptu seg bíbliustudentar, tí teir kannaðu Guds orð. Hvussu gjørdu teir? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvørja mannagongd brúktu Charles Russell og hinir bíbliustudentarnir, tá ið teir kannaðu Bíbliuna?

Visti tú?

Viðhvørt hava vit broytt nakað av tí, sum vit trúgva upp á. Hví tað? Jú, akkurát sum eitt landslag sæst betur, so hvørt sum sólin rísur, hevur Gud so við og við hjálpt menniskjum at skilja Bíbliuna. (Les Orðtøkini 4:18.) Tað er sjálvandi ikki Bíblian, sum er broytt, men tá ið vit skilja Bíbliuna betur, broyta vit tað, sum vit trúgva upp á.

5. Vit vitna um Jehova

Hví fingu vit okkum navnið Jehova vitni? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hví er Jehova vitni eitt hóskandi navn?

Hví hevur Jehova valt sær nøkur vitni? Tí tey skulu fortelja sannleikan um hann. Nógv hava jú logið um hann. Her eru tvey dømi:

Nakrir átrúnaðir læra, at Gud vil, at fólk skulu brúka gudamyndir ella aðrar lutir, tá ið tey tilbiðja hann. Men passar tað? Les 3. Mósebók 26:1, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvønn sannleika finna vit í hesum ørindinum? Hvat heldur Jehova um tað at brúka gudamyndir ella aðrar lutir í tilbiðingini?

Nakrir átrúnaðir læra, at Jesus er Gud. Men passar tað? Les Jóhannes 20:17, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvønn sannleika finna vit í hesum ørindinum? Er Jesus Gud?

  • Jehova hevur latið síni vitni fortelja øðrum sannleikan um hann og Jesus. Hvat heldur tú um tað?

6. Vit elska hvønn annan

Bíblian samanber kristin við teir ymisku partarnar á mannakroppinum. Les 1. Korintbræv 12:25, 26, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat gera sonn kristin, tá ið teirra trúarfelagar hava tað ringt?

  • Hvat hevur tú sæð hjá Jehova vitnum, sum vísir, at tey elska hvønn annan?

Tá ið Jehova vitni onkustaðni í heiminum koma í eina neyðstøðu, fáa tey beinanvegin hjálp frá trúarfelagum. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu hjálptu Jehova vitni hvørjum øðrum aftan á ódnina?

Sonn kristin vísa hvørjum øðrum kærleika

NØKUR SIGA: „Jehova vitni villleiða fólk.“

  • Hvat heldur tú?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova vitni eru sonn kristin. Vit eru sum ein stór familja, vit grunda okkara trúgv á Bíbliuna, og vit fortelja øðrum sannleikan um Jehova.

Greið frá

  • Hví fingu vit okkum navnið Jehova vitni?

  • Hvussu vísa vit hvørjum øðrum kærleika?

  • Heldur tú, at Jehova vitni eru sonn kristin?

Mál

HYGG AT HESUM

Fá meira at vita um søguna hjá Jehova vitnum í nýggjari tíð.

Jehova vitni – ein livandi trúgv, 1. partur: Út úr myrkrinum (1:00:53)

Hoyr, hvussu Jehova vitni avdúkaðu eina falska læru.

Guds fólk ærir hansara navn (7:08)

Viss tú hevur spurningar um Jehova vitni, finnur tú svarini her.

„Mangan spurt um Jehova vitni“ (netgreinar)

Stephen plagdi at buka fólk, sum høvdu ein annan húðarlit enn hann. Hvussu broyttist hann?

„Lívið hjá mær bara versnaði“ (Vakttornið 1. juli 2015)

a Síðani 1879 hava vit givið blaðið Vakttornið út, sum greiðir frá, hvat Bíblian lærir.