Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 21

Hvør boðar tey góðu tíðindini um Guds ríki?

Hvør boðar tey góðu tíðindini um Guds ríki?

Skjótt fer Jehova at brúka sítt ríki til at beina fyri øllum okkara trupulleikum. Tað eru so góð tíðindi, at øll mugu hoyra tey. Og Jesus bað faktiskt lærisveinarnar fara út at fortelja tað fyri øllum. (Matteus 28:19, 20) Gera Jehova vitni tað?

1. Hvussu verður Matteus 24:14 uppfylt í dag?

Jesus segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ (Matteus 24:14) Jehova vitni gleðast um at vera við í hesum viktiga arbeiðinum. Vit boða tey góðu tíðindini um alla jørðina á meira enn 1.000 málum. Tað er sjálvandi eitt risastórt arbeiði, sum krevur, at vit leggja nógva orku í. Og tað krevur eisini, at arbeiðið er væl skipað. So uttan hjálp frá Jehova, høvdu vit aldrin klárað tað.

2. Hvat gera vit fyri at boða fyri so nógvum sum gjørligt?

Vit boða fyri fólki, har sum tey eru. Vit ganga hús úr húsi, akkurát sum tey fyrstu kristnu gjørdu. (Ápostlasøgan 5:42) Upp á tann mátan hitta vit milliónir av menniskjum hvørt ár. Men av tí at fólk ikki altíð eru heima, royna vit eisini at hitta tey aðrastaðni. Vit eru altíð klár at fortelja øðrum um Jehova og tað, sum hann fer at gera.

3. Hvør eigur at boða tey góðu tíðindini?

Øll sonn kristin eiga at boða tey góðu tíðindini. Tað er eitt arbeiði, sum vit taka í stórum álvara og leggja nógva orku í, tí vit vita, at tað kann bjarga lívi. (Les 1. Timoteusarbræv 4:16.) Vit fáa onga løn fyri at boða, tí Bíblian sigur: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ (Matteus 10:7, 8) Vit blíva við at boða tey góðu tíðindini, sjálvt um øll ikki vilja lurta, tí vit vita, at Jehova vil hava okkum at gera tað, og at tað gleðir hann.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvat Jehova vitni gera fyri at boða tey góðu tíðindini um allan heimin og um, hvussu Jehova hjálpir okkum.

4. Vit royna at boða fyri øllum

Jehova vitni gera nógv burtur úr at boða tey góðu tíðindini allastaðni. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvussu nógv gera Jehova vitni burtur úr at boða tey góðu tíðindini? Hvat heldur tú um tað?

Les Matteus 22:39 og Rómbrævið 10:13-15, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu vísa vit, at vit eru góð við onnur, tá ið vit fortelja teimum um Bíbliuna?

  • Hvat heldur Jehova um tey, sum boða tey góðu tíðindini? – Hygg at ørindi 15.

5. Vit samstarva við Gud

Tað er nógv, sum vísir, at Jehova er við okkum, tá ið vit boða tey góðu tíðindini. Tá ið eitt Jehova vitni í Nýsælandi, sum eitur Paul, fór út at boða ein seinnapart, hitti hann til dømis eina konu, sum fortaldi, at hon sama morgun hevði biðið til Gud og brúkt hansara navn, Jehova. Hon hevði biðið Gud senda onkran, sum kundi hjálpa henni at læra hann at kenna. Paul sigur: „Bara tríggjar tímar seinni bankaði eg uppá hjá henni.“

Les 1. Korintbræv 3:9, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu vísa dømi, sum tað í Nýsælandi, at Jehova er við okkum, tá ið vit boða?

Les Ápostlasøguna 1:8, og tosa um henda spurningin:

  • Hví hava vit brúk fyri, at Jehova hjálpir okkum at gera hetta arbeiðið?

Visti tú?

Á møtinum mitt í viku fáa vit nøkur góð uppskot, sum vit kunnu brúka í boðanini. Hevur tú verið á einum sovorðnum møti? Og um so er, hvussu dámdi tær so uppskotini?

6. Vit boða, tí Gud biður okkum gera tað

Í fyrstu øld royndu mótstøðufólk at forða lærisveinunum hjá Jesusi í at boða. Men teir fóru til dómstólarnar at forsvara síni rættindi at boða tey góðu tíðindini. (Filippibrævið 1:7) Og tað gera Jehova vitni eisini í dag. a

Les Ápostlasøguna 5:27-42, og tosa um henda spurningin:

ONKUR SPYR KANSKA: „Hví ganga Jehova vitni hús úr húsi?“

  • Hvat hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jesus bað lærisveinarnar fara út at boða tey góðu tíðindini um allan heimin, og Jehova hjálpir sínum fólki at gera tað.

Greið frá

  • Hvør boðar tey góðu tíðindini um allan heimin?

  • Hvussu vísa vit, at vit eru góð við onnur, tá ið vit fortelja teimum um Bíbliuna?

  • Hvussu heldur tú, at tað man vera at boða tey góðu tíðindini?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu boða Jehova vitni í stórbýum?

Stórbýarboðan í París (5:11)

Hvussu hava Jehova vitni hjálpt flóttafólki?

Flóttafólk fáa andaliga føði (5:59)

Margarita hevur brúkt alt sítt lív upp á at fortelja øðrum um Bíbliuna. Hoyr, hvat hon sigur.

Eg eri glað fyri, at eg valdi hetta lívið (6:29)

Les um nakrar týðandi rættaravgerðir, sum hava gjørt tað lættari hjá okkum at boða tey góðu tíðindini.

„Boðarar fara í rættin“ (Guds ríki ræður! kapittul 13)

a Tað er Gud, sum biður okkum boða, og tí hava vit ikki brúk fyri at fáa loyvi frá nøkrum menniskja ella nøkrum myndugleika.