Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 27

Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, bjarga okkum?

Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, bjarga okkum?

Ádam og Eva vóru ólýðin ímóti Gudi, og tað er orsøkin til, at vit synda og doyggja. a Men støðan er tó ikki vónleys. Jehova sendi Jesus niður á jørðina at doyggja fyri okkum, so vit kunnu sleppa frá syndini og deyðanum. Bíblian sigur, at Jesus gav sítt lív sum loysigjald. Eitt loysigjald verður givið fyri at fáa onkran leysgivnan. Jesus betalti loysigjaldið við sínum fullkomna mannalívi. (Les Matteus 20:28.) Av tí at Jesus var fullkomin og altíð aktaði Jehova, hevði hann kunnað livað í allar ævir á jørðini. Men hann var villigur at doyggja fyri okkum, so vit kundu fáa alt tað, sum Ádam og Eva mistu. Tað vísir, hvussu góðir Jesus og Jehova eru við okkum. Í hesum partinum fara vit at kanna, hvussu stórt tað er, at Jesus doyði fyri okkum.

1. Hvussu gagnar tað okkum, at Jesus ofraði sítt lív?

Av tí at vit eru ófullkomin, hava vit lyndi til at gera nakað, sum Jehova ikki dámar. Men hóast tað kunnu vit faktiskt vera vinir við Jehova. Vit mugu bara angra tað skeiva vit gera, biðja hann um fyrigeving í Jesu navni og gera okkara besta fyri ikki at gera sama mistak umaftur. (1. Jóhannesarbræv 2:1) Bíblian sigur: „Kristus doyði … eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud.“1. Pætursbræv 3:18.

2. Hvussu fer tað at gagna okkum í framtíðini, at Jesus ofraði sítt lív?

Jehova sendi Jesus niður á jørðina at ofra sítt fullkomna mannalív, „fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív“. (Jóhannes 3:16) Av tí at Jesus ofraði sítt lív, kann Jehova gera alt tað keðiliga, sum Ádam var orsøk til, gott aftur. Hvønn týdning hevur tað fyri okkum? Viss vit vísa í okkara lívi, at vit trúgva upp á Jesus, kunnu vit sleppa at liva í allar ævir í einum paradísi á jørðini. – Esaias 65:21-23.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hví Jesus gav sítt lív, og hvussu tað gagnar okkum.

3. Vit verða fríað frá synd og deyða

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat misti Ádam, tá ið hann syndaði ímóti Gudi?

Les Rómbrævið 5:12, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu hevur tað, sum Ádam gjørdi, ávirkað teg?

Les Jóhannes 3:16, og tosa um henda spurningin:

  • Hví sendi Jehova Jesus niður á jørðina?

  1. Ádam var ein fullkomin maður, sum ikki aktaði Gud, og tí synda og doyggja menniskju

  2. Jesus var ein fullkomin maður, sum aktaði Gud, og tí kunnu menniskju blíva fullkomin og liva í allar ævir

4. Tað kann gagna øllum, at Jesus ofraði sítt lív

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu kann tað, at eitt menniskja doyði, gagna allari mannaættini?

Les 1. Timoteusarbræv 2:5, 6, og tosa um hetta:

  • Ádam var ein fullkomin maður, men hann aktaði ikki Gud, og tí synda og doyggja øll menniskju. Jesus var eisini ein fullkomin maður. Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, bjarga okkum frá synd og deyða?

5. Ein gáva frá Jehova

Tey, sum eru vinir við Jehova, meta Jesu offur sum eina persónliga gávu. Les Galatiabrævið 2:20, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu vísti Paulus, at hann metti Jesu offur sum eina persónliga gávu?

Tá ið Ádam syndaði, fingu hann og allir hansara eftirkomarar deyðadóm. Men Jehova sendi sonin hjá sær niður á jørðina at doyggja fyri teg, tí hann vildi, at tú skuldi fáa møguleika at fáa ævigt lív.

Les Jóhannes 19:1-7, 16-18, og ímynda tær, hvussu Jehova hevði tað, tá ið hann sá, hvussu illa sonur hansara bleiv viðfarin. Tosa síðani um henda spurningin:

  • Hvussu ávirkar tað teg, tá ið tú hugsar um alt tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri teg?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hvussu kann tað, at ein maður doyði, bjarga allari mannaættini?“

  • Hvat hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Av tí at Jesus ofraði sítt lív, kann Jehova fyrigeva okkum og geva okkum møguleika at liva í allar ævir.

Greið frá

  • Hví doyði Jesus?

  • Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, bjarga okkum frá synd og deyða?

  • Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, gagna tær?

Mál

HYGG AT HESUM

Finn út av, hví fullkomna mannalívið hjá Jesusi verður rópt eitt loysigjald.

„Hvussu er ofrið hjá Jesusi eitt ’loysigjald fyri mong’?“ (netgrein)

Hvussu kunnu vit verða bjargað frá synd og deyða?

„Hvussu frelsir Jesus okkum?“ (netgrein)

Michael broyttist fullkomiliga. Hvussu hjálpti Jesu offur honum?

„Eg eri ikki harðligur longur“ (netgrein)

a Orðið synd í Bíbliuni merkir ikki bara at gera nakað skeivt. Tað fevnir eisini um okkara viðfødda lyndi til at gera tað, sum er skeivt.